Rasmus Bjerg + Frændur

Dagur:
leygardag 18. mai 2019 22:00

Konsert og dansur: Rasmus Bjerg syngur hittini hjá John Mogensen. Frændur spæla sínar bestu sangir

Nú kemur Rasmus Bjerg við bólki sínum til Føroya at framføra teir bestu sangirnar hjá legenduni John Mogensen – »Så længe jeg lever«, »Der er noget galt i Danmark«, »To mennesker på en strand«, »Fut i fejemøget« og aðrar.

Rasmus Bjerg spældi John Mogensen í sera væl umtókta filminum »Så længe jeg lever«, og síðani hevur Rasmus Bjerg framført sum John Mogensen á festivalum og konsertum – og stjørnurnar hava í ummælum regnað niður yvir bólkin.

Fólkakæri John Mogensen var hittsangari av teimum heilt stóru. Hann útgav bestseljandi plátur, og sangirnir liva væl nú 40 ár, eftir at John Mogensen doyði alt ov ungur í 1977. Føroyingar hava eisini lurtað nógv eftir tónleikinum hjá John Mogensen, og fleiri sangir eru týddir til føroyskt og útgivnir her.

Helst best umtókti føroyski tónleikabólkurin nakrantíð, Frændur, fer eisini á pallin hetta kvøldið. Frændur góvu fyrstu plátuna út í 1984, og síðani hevur Frændur verið ein risi í føroyskum tónleiki – bæði við útgávum, sangum og framførslum.

Nú leitar Frændur aftur í Høllina á Hálsi, har bólkurin gjøgnum árini hevur havt fleiri stórfingnar framførslur. Hetta serstaka kvøldið fer Frændur at spæla sínar bestu sangir – »Føroyar«, »Mítt land«, »Lívsmynd«, »Eros« og aðrar.

Kvøldið við Rasmus Bjerg og Frændum verður skipað sum konsert og dansur. Lagt verður fyri kl 22:00, og hildið verður á út á náttina.

Keyp atgongumerki

Deil tiltakið

Fyrireikari

Viva
Postboks 29
710 Klaksvík
217065
vivaforoyar@gmail.com