Garpar - undirhald og stuttlig konsert í Gamla skúla

Dagur:
Leygardag 18. mai 2024 20:00
Staður:
Gamli skúli í Sørvági

KEYP

So er møguliga seinasta konsertin áðrenn summarsteðgin í ár á skránni í Gamla skúla í Sørvági. 
Garpar ynskja at bjóða tykkum til eina hugnaliga og stuttliga konsert við bæði tónleiki og undirhaldi.

Garpar er eitt mannskór við nøkrum tilkomnum monnum úr Vágum. Orsøkin til, at teir fóru undir venjingarnar, var fyri at hava nakrar góðar, sosialar og stuttligar løtur saman, og
fyri at syngja jaligar føroyskar og útlendskar sangir. Onkrar av sangunum teir syngja, hava teir sjálvir sett orð til. Umframt sang, verður nakað av undirhaldi eisini á skránni.

Hetta verður stuttligt, so verið vælkomin í Gamla skúla í Sørvági leygarkvøldið 18. mai kl. 20:00.

Dyrnar lata upp kl. 19:30 og Dansistovan í Sørvági selir ymiskt.

Deil tiltakið

Garpar - undirhald og stuttlig konsert í Gamla skúla

Fyriskipari

Gamli skúli
Skúlabrekkan 4
380 Sørvágur
212800
[email protected]
https://www.facebook.com/gamliskuli?mibextid=YMEMSu