FCK Camp

Dagur:
29.-30. juni 2024
Staður:
Argir

KEYP

KOM OG VEN FÓTBÓLT SAMAN VIÐ FC KEYPMANNAHAVN!

Argja Bóltfelag bjóðar saman við FCK til FCK Camp á AB vøllinum!

Í ár verður møguligt at melda seg til antin eina ella tvær fótbóltslegur á AB vøllinum. Vit fáa vitjan av tveimum venjarum frá FCK, sum koma at skipa fyri FCK venjingum á Argjum. Fyrra legan verður 29.- 30. juni og er nú tøk at melda til.

Prísur einans 895,- fyri hvønn FCK Camp.

Við í prísinum er ábit, og ein kulur luttakarapakki frá FCK x Adidas við blusu og shorts!

Venjingartíðirnar verða soleiðis:

Árgangur 2014-2017 møtir kl. 8.30 og endar kl. 13.00

Árgangur 2010-2013 møtir kl. 13.00 og endar kl. 17.30

Gevið gætur, at pláss er fyri upp til 10 gentum og dreingjum fyri hvønn yngri árgang og 8 pláss hjá teimum eldru. Um tað tí ikki eydnaðist at melda seg til, ber til at skriva seg upp á bíðilista. Eru árgangir, ið ikki verða fyltir áðrenn 14. apríl,, verða plássini leysgivin til aðrar árgangir.

Camp er í samstarvi við Hotel Hafnia og Atlantic Airways.

Deil tiltakið

FCK Camp

Fyriskipari

Argja Bóltfelag
Reynsgøta 2A
160 Argir
739905
[email protected]
http://www.ab.fo