Aggrasoppar og Bygdaball í Gulu Smiðju

Dagur:
Fríggjadag 26. apríl 2024 20:00
Staður:
Gula Smiðja

KEYP

Fríggjakvøldið 26. apríl kl 20 verður forkunnug konsert við Aggrasoppum og Bygdaball í Gulu Smiðju við Villiami Soo Joensen handan ljósknøttarnar. Tað verður eitt brak av einum kvøldið við tveimum villum konsertum og góðum ljósshowi!

Bygdaball er nýggjur rock bólkur úr Runavík við Dáva L. Samuelsen, Pól Pállson Holm og Jóhannus Olsen. Teir útgóvu 6 stakløg í 2023.

Aggrasoppar er tónleikur og yrkingar, ið smelta saman í hægri eind. Bólkurin er kendur fyri kraftmiklar og undirhaldandi framførslur, sum fáa grót at syngja og deyð at klappa. Ein djevulskynd alda, ið ógvar mangt pent á síni ferð. Aggroppar er føroyskt flowerpunk naprap; stuttligt og yvirraskandi mindfuck til allar sansir. Eitt herligt, fjákut, inniligt, álvarsligt, kreativt og demonstrativt opið sprettandi samtíðarligt tónlistakollektiv, sum hevur gjørt um seg á føroyska tónleikapallinum síðani 2020, men kanska serliga tvey tey síðstu árini, har tey hava spælt nógvar konsertir í Føroyum og uttanfyri Føroyar. Tey vunnu Sement í 2023 og hava útgivið 2 plátur. Aggrasoppar eru: Eyðfinn B. Lamhauge (sang, samplari), Dania O. Tausen (sang, samplari), Trygvi Danielsen (sang), Karl Andrias Stórá (bass), Hjørtur P. Háberg (trummur), Ólavur Gaard (gittar), Kristian Pauli Ellefsen (klaver)

Minst til: Fríggjakvøldið 26. apríl kl 20 í Gulu Smiðju í Runavík! Nú er ikki at smæðast!


Deil tiltakið

Aggrasoppar og Bygdaball í Gulu Smiðju

Fyriskipari

TUTL
Niels Finsensgøta 6c
FO-100 Tórshavn
Telefon +298 590402
[email protected]
https://www.tutlrecords.com/
V-tal: 596736