Fjarðarok 2024

Dagur:
14.-15. juni 2024
Staður:
Skálafirði

KEYP

Fjarðarok 2024

Til øll tey, sum dáma at hugna sær í Føroyska miðsummarinum. 14. og 15. juni verður Fjarðarok aftur á bryggjuni í Skálafirði. Í ár verður tað størsta og stuttligasta Fjarðarok nakrantíð, og vit bjóða tykkum øllum at verða vælkomin til hetta familjuvinarliga tiltakið,har børn og vaksin kunnu hugna sær í bygdarsliga umhvørvinum í Skálafirði.Vit bjóða tykkum, undirhald til bæði børn og vaksin, tónleik, miðsummarbál, røðu, felagssang, og alt hetta er uttan kostnað.Aftur í ár hava vit góða gamla bygdadansin við á skránni, og sum nakað nýtt fara vit at skipa fyri einari konsert eisini.Hesi bæði tiltøkini krevja atgongumerki, sum kunnu keypast her.Matur og drekka fæst sjálvandi til keyps á økinum.




Deil tiltakið

Fjarðarok 2024

Fyriskipari

Bygdarfelag Skálfirðinga
Dvørgasteinsvegur 8
485 Skálafjørður
+298 507977
[email protected]
fjardarok.fo
V-tal: 621846