Verkstova: Matgerð við føroyskum tara

Dagur:
leygardag 30. mars 2019 11:00-14:30
Staður:
Køkurin hjá INOVA, Hoyvíksvegur 51, Tórshavn

Hóast alskyns sløg av leskiligum og heilsugóðum tara grør í sjónum kring Føroyar, so er tarin enn ikki vorðin ein vanlig rávøra í føroyskari matgerð. Hetta er stórt spell, tí tarin er stúgvandi fullur av mineralum, vitaminum og øðrum vælgerandi føðsluevnum.

Vit í Slow Food ynskja at stimbra og menna eina burðadygga, føroyska matmentan, har føroyskar rávørur eru størri partur av gerandismatgerðini. Tarin er týdningarmikil rávøra og vit vóna og væntað, at fleiri føroyingar byrjað at eta føroyska taran.

Leygardagin 30. mars skipa vit tí fyri verkstovu í Granskarasetrið INOVA, har Agnes Mols Mortensen og Johanna Á Tjaldrafløtti fara at kunna okkum um møguleikarnir at nýta føroyska taran í matgerð. Verkstovan er fyrsta av fleiri verkstovum, har vit fara at varpa ljós á føroysku rávørurnar.

Agnes Mols Mortensen er lívfrøðingur við sergrein innan tara og hon eigur fyritøkuni, TARI - Faroe Seaweed, ið, millum annað, selur turkaðan, føroyskan tara.

Jóhanna á Tjaldrafløtti er stjóri á Húsarhaldsskúla Føroya, har hon m.a. undirvísir í matgerð og føðslulæru.

Saman við Agnes og Jóhannu fara vit at læra um føroyska taran og møguleikarnir at nýta hann í matgerð. Vit fara at nærta við, lukta, smakka og tosa um føroyska taran.

Byrjað verður kl 11 og verkstovan heldur áfram til kl. 13.30, tá skipað verður fyri einari hugnaligari felagsmáltíð.

Deil tiltakið

Fyrireikari

Slow Food Føroyar