Qigong við Kirstin Ellingsgaard
- Date:
- Wednesday 8 May 2024 9:30
- Location:
- Fimi, Hallarheygur 4 & Lítliskúli, Hoyvíksvegur 56B - Tórshavn
Buy tickets
Qigong er heilsugóð venjing, har øll kunnu vera við. Qigong eru róligar rørslur við djúpum andadrátti, sum fáa teg at fella ró, styrkja kroppin, loysir spenningar, er pínulinnandi og betrar tín kropsburð.
Til ber at tekna seg til hesi lið:
Fimi
Mánadag kl. 09:30-10:30 í Fimi
Mikudag kl. 09:30-10:30 í Fimi
Møguligt at er at tekna seg til venjing eina ferð ella tvær ferðir um vikuna í Fimi.
Lítliskúli
Hósdagur kl. 16:45 - 18:00 í Lítlaskúla.
Øll kunnu vera við - óansæð um tú hevur verið við fyrr ella tað er fyrstu ferð. Óansæð aldur ella kyn og óansæð støði, so verður hædd tikið fyri tí.
Hvat er Qigong?
Tað stutta svarið er, at Qigong er ein fyribyrjgandi og heilsufremjandi rørsluvenjing sum hevur sín uppruna frá kinesiskari siðvenju, eins og akupunktur og tai chi. Qigongrørslurnar eru tvinnaðar saman við tí djúpa andadráttinum og hjálpa tær til eitt heilsugott lív.
Tú fert m.a. at leggja merki til hvussu tú styrknar og sleppur spenningum. Kroppurin verður smidigari og at tú fært ein betri og flottari kropsburð.
Nøkur "bonus" tá tú arbeiður róliga við kroppinum fart tú m.a fær betur samband við tín 8. sansa, sum registrerar kroppskenslurnar.Tær róligu rørslurnar eru eisini við til, at tú verður meira nærverandi og rólig og fær meira yvirskot til gerandisdagin við m.a. hesum 10 ágóðum:
- styrkir tín kropp
- minkar um strongd
- gevur betur svøvn
- gevur orku og betrar um konditión
- sissar sinnið
- betrar um fokus
- fyribyrgir depressión
- loysir spenningar
- dempar pínu
- við til at betra tín kropsburð o.m.a.
Um Kirstin Ellingsgaard
Kirstin er útbúgvin ergoterapeutur og hevur drúgvar royndir innan uppvenjing og rehabilitering frá sínari tíð á Landssjúkrahúsinum og Frederiksberg Hospital. Hon hevur harumframt verið leiðari fyri ergoterapeutarnar á Landssjúkrahúsinum. Eisini hevur hon hevur virkað innan heilsu- og fyribyrgjandi venjingum og tiltøkum fyri teimum eldru í Tórshavnar Kommunu.
Seinastu árini hevur Kirstin Ellingsgaard verið sjálvstøðug vinnurekandi ergoterapeutur og bjóðar ymiskar tænastur innan ergoterapi, m.a. undirvísing, ráðgeving og venjing av børnum, ungum og vaksnum við ymiskum førleikamissi, hondskaða, gikt, apoplexia cerebri, Parkinson v.m. Harumframt hevur hon liðvenjingar í Qigong fyri ymiskar bólkar.
Sansa á Facebook
Fylg Sansa við Kirstin Ellingsgaard á Facebook við at trýsta her
Share this event
Fyriskipari
Sansa
Vestara Bryggja 15, 3. hædd
100 Tórshavn
219123
[email protected]
https://www.facebook.com/KirstinSansa
V-tal: 631515