Qigong við Kirstin Ellingsgaard

Dato:
Onsdag 8 maj 2024 9:30
Beliggenhed:
Fimi, Hallarheygur 4 & Lítliskúli, Hoyvíksvegur 56B - Tórshavn

Køb billetter

Qigong er heilsugóð venjing, har øll kunnu vera við. Qigong eru róligar rørslur við djúpum andadrátti, sum fáa teg at fella ró, styrkja kroppin, loysir spenningar, er pínulinnandi og betrar tín kropsburð. 

Til ber at tekna seg til hesi lið:

Fimi

Mánadag kl. 09:30-10:30 í Fimi

Mikudag kl. 09:30-10:30 í Fimi

Møguligt at er at tekna seg til venjing eina ferð ella tvær ferðir um vikuna í Fimi. 

Lítliskúli

Hósdagur kl. 16:45 - 18:00 í Lítlaskúla. 

Hvør?
Øll kunnu vera við - óansæð um tú hevur verið við fyrr ella tað er fyrstu ferð. Óansæð aldur ella kyn og óansæð støði, so verður hædd tikið fyri tí.

Hvat er Qigong?
Tað stutta svarið er, at Qigong er ein fyribyrjgandi og heilsufremjandi rørsluvenjing sum hevur sín uppruna frá kinesiskari siðvenju, eins og akupunktur og tai chi. Qigongrørslurnar eru tvinnaðar saman við tí djúpa andadráttinum og hjálpa tær til eitt heilsugott lív. 


Tú fert m.a. at leggja merki til hvussu tú styrknar og sleppur spenningum. Kroppurin verður smidigari og at tú fært ein betri og flottari kropsburð.

Tær róligur rørslurnar saman við tí djúpa andadráttinum hjálpir tær til at fella í ró, soleiðis at títt nervalag sissast og tú lærir betur og betur at registrera tínar kropskenslur við tínum 8. sansi.

Nøkur "bonus" tá tú arbeiður róliga við kroppinum fart tú m.a fær betur samband við tín 8. sansa, sum registrerar kroppskenslurnar.Tær róligu rørslurnar eru eisini við til, at tú verður meira nærverandi og rólig og fær meira yvirskot til gerandisdagin við m.a. hesum 10 ágóðum:

  • styrkir tín kropp
  • minkar um strongd
  • gevur betur svøvn
  • gevur orku og betrar um konditión
  • sissar sinnið
  • betrar um fokus
  • fyribyrgir depressión
  • loysir spenningar
  • dempar pínu
  • við til at betra tín kropsburð o.m.a.

Um Kirstin Ellingsgaard

Kirstin Ellingsgaard er útbúgvin Master í Qigong frá Qigong Academy í Odense. 

Kirstin er útbúgvin ergoterapeutur og hevur drúgvar royndir innan uppvenjing og rehabilitering frá sínari tíð á Landssjúkrahúsinum og Frederiksberg Hospital. Hon hevur harumframt verið leiðari fyri ergoterapeutarnar á Landssjúkrahúsinum. Eisini hevur hon hevur virkað innan heilsu- og fyribyrgjandi venjingum og tiltøkum fyri teimum eldru í Tórshavnar Kommunu.

Seinastu árini hevur Kirstin Ellingsgaard verið sjálvstøðug vinnurekandi ergoterapeutur og bjóðar ymiskar tænastur innan ergoterapi, m.a. undirvísing, ráðgeving og venjing av børnum, ungum og vaksnum við ymiskum førleikamissi, hondskaða, gikt, apoplexia cerebri, Parkinson v.m. Harumframt hevur hon liðvenjingar í Qigong fyri ymiskar bólkar.



Sansa á Facebook

Fylg Sansa við Kirstin Ellingsgaard á Facebook við at trýsta her

Del denne begivenhed

Qigong við Kirstin Ellingsgaard

Fyriskipari

Sansa
Vestara Bryggja 15, 3. hædd
100 Tórshavn
219123
[email protected]
https://www.facebook.com/KirstinSansa
V-tal: 631515