Viðskiftatreytir og ábyrgd

Atgongumerki.fo er ikki fyriskipari, men er ein tekniskur veitari í samband við netsølu av atgongumerkjum.

Atgongumerki.fo hevur onga ábyrgd av tiltøkum, sum fyriskiparin setur til sølu á atgongumerki.fo. Tað er bara fyriskiparin, sum hevur ábyrgdina av tiltøkunum.

Atgongumerki.fo kann heldur ikki ábyrgdast fyri brot ella onnur mál, sum íkoma orsakað av gerðum hjá slutbrúkarinum.

Atgongumerki.fo kann ikki ábyrgdast fyri tap ella onnur viðurskifti, sum íkoma orsakað av vantandi atgongd til tænastur ella upplýsingar á internetinum. Hetta er galdandi, líka mikið um vantandi atgongdin er íkomin orsakað av, at skipanir eru niðri, øðrum umstøðum hjá Atgongumerki.fo ella force majeure.

Avgreiðslugjøld og onnur møgulig ómaksgjøld verða ikki endurrindað.

Øll møgulig endurgjaldskrøv fyri tiltøk skulu beinast beinleiðis til ábyrdarhavandi fyriskiparan av tiltakinum.

Verða tiltøk avlýst í samband við gjaldstrot hjá fyriskiparanum, endurskipan av felagnum, flyting av tiltakinum ella onnur brek, er hetta óviðkomandi fyri atgongumerki.fo, tí skulu endurgjaldskrøv beinast til fyriskiparan/trotabúgvið.

Ein fyriskipari kann uppsiga samstarvsavtaluna við Atgongumerki.fo við einari uppsagnartíð uppá tríggjar mðr (eitt kvartal). Uppsøgnin skal sendast til [email protected], og er galdandi tá ið fyriskiparin hevur fingið eina váttan fyri móttøku.