Ásgeir og Hans Andrias í Listastovuni

Date:
Sunday 2 June 2024 19:00
Location:
Listastovan

Vit kenna hann, vit elska hann og heilt skjótt fáa vit vitjan av honum. Ein hin mest týðandi tónlistarmaðurin í Norðanlondum seinastu 12 árini, íslendski Ásgeir Trausti, kemur at spæla konsertir í Føroyum.

Hetta er komið í lag eftir ynski frá Ásgeiri sjálvum, sum tvær ferðir áður hevur vitjað her, tá hann hevur spælt á G!. Hesin túrurin er skipaður í felag av Listastovuni, Tónleikasamtakinum Grót og Norðurlandahúsinum.

Fyrsta plátan frá Ásgeir Trausti ‘Dýrð í dauðaþögn’, er hin mest selda plátan í Íslandi nakrantíð.

Hinar konsertirnar við Ásgeiri verða í:
Tøting í Syðrugøtu: 31. mai
Norðurlandahúsinum: 1. Juni

Hans Andrias hitar upp fyri Ásgeiri

Tað skuldi ganga 7ár áðrenn Hans Andrias aftur verður at hoyra í Listastovuni. Seinast var tað til eina FMA veitslu í Listastovuni í mars 2017, tá Hans Andrias hevði vunnið ein FMA áskoðaravirðisløn, umframt at vera tilnevndur Ársins sangari, og Listastovan vann ein FMA fyri ársins átak. Tá, fyri 7 árum síðan, skrivaðu vit, at Hans Andrias leingi hevði verið á ynskilistanum hjá okkum, og tað hevur hann eisini verið líka síðan hann seinast spældi her, fyri 7 árum síðan.

Hans Andrias hevur slitið sínar gittara streingir í tónleikalívinum í Klaksvík sum limur í bólkinum Grandma’s Basement, og sum singer/songwriter. Stílurin hjá Hans Andrias er soul/folk/americana, sum siga frá sterkum kenslum og myrkum søgum. Heildarútgávan ‘Vision’ sum kom út 2016 stendur sum ein klassikari í føroysku rokk søguni, og hóast seinasta staklagið ‘Burtur í minninum’ kom út í 2019, so er tað spælt yvir 100 túsund ferðir á Spotify.

Umframt at hava spælt eina ørgrynnu av konsertum runt í Føroyum, hevur hann eisini túrað í Russlandi, Póllandi, Sveis og Danmark.

Vit gleða okkum at fáa Hans Andrias aftur í Listastovuna at siga søgur.

Share this event

Ásgeir og Hans Andrias í Listastovuni

Fyriskipari

Listastovan
Gummaldagøta 2
370 Miðvágur
+298 267549
[email protected]
https://www.facebook.com/listastovan
V-tal: 659045