Eykakonsert: Bjørn Eidsvåg
- Date:
- Saturday 27 April 2024 17:00
- Location:
- Løkshøll
Buy tickets
Fólkakæri norski trubadururin Bjørn Eidsvåg verður høvuðsnavnið á árligu mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, og er klárur at rúnarbinda áhoyrararnar við sínum lívsvísu sangum leygarkvøldið 27. apríl í Løkshøll. Í løtuni spælir hann fyri fullsettum konserthúsum í heimlandinum, og vit eru fegin, at hann hevur játtað at koma til Føroyar at framføra
komandi ár.
Yrkið sum prestur innan sálarsjúkuøkið hevur havt stóra ávirkan á sangirnar hjá honum; teir eru sterkir og rúmligir við stórum tokka til søgusigan, og góðu løgini samantvinna pop, soul, funk, friðaligar bossanova og jazz. Bjørn Eidsvågs er serstakliga nærverandi á pallinum og deilir fegin sínar persónligu søgur við áhoyrararnar.
Hann hevur lagt navn til 28 útgávur og yvir 10 milliónir spælingar á Spotify. Í desember 2020 kom útgávan 'Tapt Paradis', sum er fyrsta solo-útgávan í sjey ár, og søgan um Adam og Evu í Eden hevur givið íblástur til sangirnar.
Bjørn Eidsvåg hevur ein væl samanspældan bólk við sær til hesa forkunnugu eykakonsertina í Løkshøll leygardagin 27. apríl kl. 17.00
Share this event
Fyriskipari
Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
223010
[email protected]
www.loksholl.fo
V-tal: 345210