Lortið í Listastovuni

Datum:
Mittwoch 29 Mai 2024 20:00
Ort:
Listastovan

Tickets kaufen


Føroyska pallsetingin av leikinum Lortið verður at síggja í Listastovuni 29, mai kl. 20. (Dyrnar lata upp kl. 19.30) Sýningin er partur av mentanarvikuni Maisól hjá Vága kommunu. 

Í leikinum LORTIÐ (La Merda) eftir Cristian Ceresoli møta vit eini ungari kvinnu, ið er til reiðar at gera alt sum skal til fyri at blíva kend, vinna heiður og fáa viðurkenning. Hon vil MEYKA DA. Hon vil hava sukse í einum forbrúkarasamfelag - har hon sjálv er vøran.

Leikhús SKIFT og GUT//productions sýna leikin í samstarvi við Frida Kahlo Productions og Richard Jordan Productions. Í føroysku uppsetingini er tað Durita Dahl Andreassen, sum situr á pallinum og tulkar orðini, meðan Marita S. Dalsgaard leikstjórnar.

LORTIÐ (La Merda) er upprunaliga skaptur av Cristian Ceresoli í samstarvi við sjónleikarinnuna Silivu Gallerano og framleiddur av Frida Kahlo Productions, Richard Jordan Productions og Produzioni Fuorivia í samstarvi við Summerhall.

Tá ið LORTIÐ (La Merda) varð frumsýndur á Edinburgh Fringe Festival í 2012, sendi hann skjálvtar gjøgnum altjóða leiklistaheimin. Leikurin var róptur eitt leiklistaligt fenomen og hevur síðani spælt í London, Edinburg, Oslo, Sao-Paulo, Adelaide, Berlin, Lisbon, Keypmannahavn, Vancouver og verið á leikferð um alt Italia. Hann hevur m.a. spælt á Soho Theatre (London), Adelaide International Festival og Maxim Gorki Theater (Berlin). Upprunaliga viðurkenda uppsetingin er framvegis á leikferð á altjóða pallum.

Longd: 70 minuttir

Aldursmark: 16 ár

Luttakarar:

Tulking: Durita Dahl Andreassen

Leikstjórn: Marita S. Dalsgaard

Tekstur: Cristian Ceresoli

Umseting: Marita S. Dalsgaard

Rúm: Marita S. Dalsgaard og Durita Dahl Andreassen

Ljós: Súni Joensen

Grafikkur: Kirstin Helgadóttir

Útgerð og tøkni: Steingrund

Foto: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Smyrsl: Billa Jenný Jónleifsdóttir

Framleiðsla: GUT//Productions og Leikhús SKIFT í samstarvi við Frida Kahlo Productions og Richard Jordan Productions

Veranstaltung teilen

Lortið í Listastovuni

Fyriskipari

Listastovan
Gummaldagøta 2
370 Miðvágur
+298 267549
[email protected]
https://www.facebook.com/listastovan
V-tal: 659045