Thomas Breinholt: Kan man tænke sig rask?

Datum:
Freitag 13 September 2024 20:00
Ort:
Dansifrøi í Havn

Tickets kaufen

Kom til forvitnisligan fyrilestur við Thomas Breinholt!

Fyrilesturin verður hildin í samband við heilsustevnuna 'Vítt til veggja', í Dansifrøi 13.-15. september. Og atgongumerki til fyrilesturin hjá Thomas gevur atgongd til allar dagar á Heilsustevnuni, sum m.a. bjóðar uppá hópin av fyrilestrum og workshops.

Thomas Breinholt er sera aktuellur í løtuni og er á fyrilestraferð í øllum Danmark í samband við, at hann hevur útgivið bókina: "Kan man tænke sig rask?" Og vit eru so heppin at hava fingið hann til Føroyar! 

Hann fortelur um sambandið ímillum kropp og sinn útfrá vísindaligari bakgrund. Kann man veruliga hugsa seg frískan? Og í so fall, hvussu ger man tað? Thomas kemur eisini inn á tí ótrúligu ávirkanina 'placebo' kann hava á okkum, og ikki minst tann ónda mótsetningin 'nocebo', sum kann gera okkum sjúk.

Fakta og undur

Thomas Breinholt hevur upprunaliga eina lívfrøðisliga og nátturuvísindaliga útbúgving innan agronomi, men arbeiðir í dag sum tíðindafólk og fakta- og dokumentarritstjóri. 

Hann hevur, ígjøgnum árini, lagt til rættis og verið vertur á fleiri kendum donskum sjónvarpsrøðum, sum hava haft sjóneykuna á m.a. sjúkur, heilsu og undursamar lekingar, eitt nú 'Åndernes Magt', 'På kanten af verden', 'Fedt, fup og flæskesteg', 'Kærlighedens laboratorium', 'Sjæl', 'Videnskab' og í seinastuni TV2 røðina 'Kan man tænke sig rask?'.

Hann hevur ferðast í øllum heiminum og haft samrøður við meir enn 40 navnframar granskarar, og hevur harumframt fordjúpað seg í vísindaligum kanningum og greinum fyri at læra meir um hvat vit veruliga vita við vissu.

 Spurningar og svar
Hvat hendir, tá fólk, sum fáa placeboheilivág, brádliga eru pínufrí? Hvat er orsøkin til at okkara hjarta-kar skipan tekur skaða av hjúnarbandsósemjum? Hví drepur einsemi? Hvussu stóran týdning hevur barndómstrauma fyri líkindi at útvikla sjúku? Og hví yvirliva vit longri við krabbameini, tá vit eru gift?


Hetta eru bert nakrir av spurningunum, Thomas Breinholt svarar í sínum fyrilestri. Thomas kemur eisini við einari vísindaligari uppskrift uppá, hvat vit sjálvi kunnu gera fyri at aktivera ta sjálvlekjandi megina, vit øll hava í okkum.




Veranstaltung teilen

Thomas Breinholt: Kan man tænke sig rask?

Fyriskipari

Vítt til Veggja
Tinghúsvegur 54
FO-100 Tórshavn
Telefon +298 580320
[email protected]
V-tal: 592021