Søgufrøi: Vatn & Hav

Dato:
Søndag 2 juni 2024 14:00
Beliggenhed:
Løkshøll

Køb billetter

SØGUFRØI

Søgur. Tær eru allastaðnis; í okkum, millum okkum, rundanum okkum. Summar eru veruligar, aðrar íspunnar. Onkrar eru um støð, aðrar um støður. Tær eru í orðum og keipum. Vit siga frá, lurta og bera tær víðari.

Men kynstrið at duga at siga frá søgum og hugbinda fólk er sum ein vøddi; føðsla og venjing skal til fyri at røkja hann væl.

Við verkætlanini "Søgufrøi" er ynski at endurvekja áhugan fyri søgunum - fyri skaldskapi av mannamunni - og kveikja til frøina at sita og lurta uttan onnur amboð enn rødd og kropp. Endamálið er at savnast um søgur, at savnast uttan skerm.

Fyrsta tiltakið undir felagsheitinum "Søgufrøi" verður í Løkshøll sunnudagin 2. juni kl. 14.00. Tiltakið fer at snúgva seg um vatn og hav. Klokkan 14.00 fara fyrrverandi lærararnir í Runavíkar kommunuskúla, Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard at siga frá túrunum, sum teir hava gjørt til øll vøtn og tjarnir í Føroyum. Í koronatíðini sluppu 79 ára gamli gjáarmaðurin Asfinn Sigvardsen, búsitandi í Saltangará, og 78 ára gamli skálvíkingurin Jens Dalsgaard, sum býr á Glyvrum, ikki at venja í vælverusentri. Hetta førdi við sær, at teir settu sær sum mál at ganga til øll vøtn og tjarnir í landinum.

Eftir ein kaffisteðg fer Durita Holm at siga frá um havið í okkum. Hon setir spurningin, um havið er eitt stað í okkum. Leita vit eftir meining við lívinum ella leita vit eftir kroppsliga at sansa lívið sum ótamt og veruliga livandi í okkara sansum? Durita Holm er uppvaksin á Sandi, men fór sum 21 ára gomul við báti sínum Salku Valku og sigldi verðinshøvini í trý ár. Hon hevur skrivað bók um hesa havferðina og hevur eisini skrivað krimiskaldsøgur og bók um Andalusia, har hon hevur búleikast seinastu 20 árini. Durita er mannfrøðingur og arbeiðir í dag sum leiðari og vegleiðari í amerikansku fyritøkuni 'Mastermind'.

Atgongumerki á 150 kr (+ avgjald) eru tøk á loksholl.fo

Í næstum verða fleiri tiltøk undir felagsheitinum "Søgufrøi" sett á skránna. Verkætlanin er stuðlað av MOWI, Runavíkar Kommunu, Mentanargrunni Landsins og Almanna- og mentamálaráðnum




Del denne begivenhed

Søgufrøi: Vatn & Hav

Fyriskipari

Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
223010
[email protected]
www.loksholl.fo
V-tal: 345210