Ítróttatingið 2024

Dato:
Torsdag 23 maj 2024 19:00
Beliggenhed:
ÍSF húsið - Eystara Bryggja 30, 3. hædd, 100 Tórshavn

Køb billetter

Hóskvøldið 23. mai frá kl. 19.00-21.30 verður Ítróttatingið 2024 í hølunum hjá ÍSF á
Eystaru Bryggju í Havn. 

Ítróttatingið er alment ókeypis tiltak, tó er neyðugt við tilmelding á
atgongumerki.fo.

Undir yvirskriftini “Genturnar, kvinnurnar og tær bestu” verður kvinnuítrótt sett á
breddan. 

 Við trimum framløgum ynskja vit at viðgerða luttøku og fráfall millum kvinnuligar íðkarar.
Hví gevast fleiri gentur enn dreingir við at íðka í tannárunum, og hví velja fleir kvinnuligir
íðkarar úrvalsleiðini frá? Í hvønn mun ávirkar sosiala umhvørvið í felagsskapinum, familja,
vinir og onnur frítiðarítriv, og hvussu uppliva gentur økta kapping og trýstið, sum ofta fylgir
við.  

Christina Roslyng er millum røðarnar á Ítróttatinginum ’24. Christina er kend sum vinstri
vongur á danska kvinnulandsliðnum í hondbólti, og eigur hon bæði OL og Evropeiskt gull
frá ávíkavist ár 2000 og 2002. Seinastu árini hevur Christina Roslyng verið liðleiðari á
danska kvinnulandsliðnum, har hon m.a. hevur havt ábyrgd av at skapa eitt sálarligt trygt
umhvørvi millum leikararnar. Hesa tíðina hava tey megnað at skapa eina
mentanarbroyting, har tað hóast stór krøv til avrik, eisini er pláss til sárbærar kenslur.

Vit hoyra eisini framløgu hjá Eyðvør Klakstein, ið vit kenna frá KÍ og føroyska
kvinnulandsliðnum í fótbólti, har hon viðgerð fráfall millum úrvalsíðkarar og manglandi
kvinnuligar fyrimyndir.

Og áðrenn farið verður til kjak, hugleiðir Mark Lausen-Marcher um tilgongdina
hjá HSF til gentur og kvinnur í føroyskum hondbólti.

Skrá:
Kl. 19:00 : Vælkomin
Kl. 19:15 : Eyðvør Klakstein
Kl. 20:00 : Christina Roslyng
Kl. 20:30 : Mark Lausen-Marcher
Kl. 21:00 : Kjak

Del denne begivenhed

Ítróttatingið 2024

Fyriskipari

Ítróttasamband Føroya
Eystara Bryggja 30
Postsmoga 223
FO-110 Tórshavn
+298 312606
[email protected]
www.isf.fo
V-tal: 333603