Føroya Symfoniorkestur og Eivør í Lívdini

Dato:
Torsdag 8 august 2024 19:30
Beliggenhed:
Lívdin

Køb billetter

”Leingi er tað, ið væl skal vera”, men nú fer Føroya symfoniorkestur fyri fyrstu ferð at spæla konsert í Lívdini í Havn og í konserthøllini hjá Danmarks Radio í Keypmannahavn. Solistur verður eingin minni enn okkara egna Eivør.
Eivør er møguliga bjartasta stjørnan í føroyska tónleikaheiminum, og symfoniorkestrið gleðir seg ómetaliga nógv til hesar serligu konsertir.
Føroya symfoniorkestur fylti 40 ár í 2023, og hesar báðar konsertirnar eru endabresturin av eini røð av fagnaðarkonsertum hjá symfoniorkestrinum.


Konsertskrá
Til hesar konsertirnar eru fleiri føroysk tónaskøld eisini á skránni. Frumframførsla av verkinum ”Tónar úr innastu tøgnini” eftir Sunleif Rasmussen, sálmar og løg hjá Eivør, har Marjun Syderbø Kjelnes hevur skrivað tekstin. Tróndur Bogason hevur útsett tónleikin fyri symfoniorkestur.

Eftir steðgin framførir symfoniorkestrið 5. symfoni hjá Tjajkovskij. Symfoniin, ið er í fýra satsum, varð fyrstu ferð framførd í Mariinskij sjónleikarhúsinum í Sankta Pætursborg í 1888. Verkið verður mett, sum eitt av størstu verkunum, sum Tjajkovskij skrivaði.


Eivør
Okkara fantastiska Eivør er vaksin upp í Syðrugøtu og hevur seinastu mongu árini lagt heimin fyri sínar føtur. Hon er ivaleyst størsta sangtalentið, Føroyar eiga.

Eivør hevur útgivið 10 fløgur í egnum navni og hevur m.a. arbeitt saman við Ásgeir, John Grant, Einar Selvik (Wardruna) og Dan Heath (Lana Del Ray).

Í 2021 vann hon tónleikavirðisløn frá Norðurlandaráðnum, og sama ár fekk hon riddarakrossin frá danska kongshúsinum.

Eivør hevur eisini gjørt tónleikin til Netflix-røðina The Last Kingdom og hevur framført í sambandi við 10-ára heiðurssýning hjá Game Awards í The Hollywood Bowl í Los Angeles.

Tónleikurin er stroymdur yvir eina milliard ferðir, og hon syngur fyri fullsettum húsum í Norðurlondum, Europa og USA.

Bernhardur Wilkinson stjórnar Føroya symfoniorkestri til hesar heilt serligu og minniligu konsertirnar.


GG!
Áhoyraraplássini í Lívdini eru ikki talmerkt, so áhoyrarar verða bidnir at møta í góðari tíð.
Tað verður bert tann eina konsertin í Lívdini!

Del denne begivenhed

Føroya Symfoniorkestur og Eivør í Lívdini

Fyriskipari

Føroya Symfoniorkestur
Hoydalsvegur 15
FO-100 Tórshavn
Telefon +298 270419
[email protected]
www.fso.fo
V-tal: 373389