Víkingur spælir Goldberg

Dato:
Søndag 12 maj 2024 16:00
Beliggenhed:
Hátún, Tórshavnar Musikkskúli

Køb billetter

Íslendski klaverleikarin Víkingur Ólafsson er í okkara tíð ein tann best umtókti og mest umtalaði klassiski tónleikarin í heiminum. Undan føroyaferðini spælir hann til dømis ikki færri enn fimm konsertir í Sydney Opera House, og á stroymingartænastum hevur hann eftirhondini fleiri enn 600 milliónir av spælingum.

Í 2016 ritaði Víkingur undir sáttmála við virda útgávufelagið Deutsche Grammophon, og fyri umleið hálvum ári síðan kom ein útgáva, sum nógv hava bíðað leingi eftir í spenningi: Goldbergvariatiónirnar eftir J. S. Bach.

Seinastu mánaðirnar hevur Víkingur ferðast kring heimin við hesum megnar verki á skránni. Kræsnu áhoyrarafjøldirnar í New York, Tokyo, London, Berlin og Wien eru bergtiknar, og ummælarar hava verið noyddir at leita fram orð sum simply miraculous og magic.

Tað er tí stórhending, at Víkingur Ólafsson kemur til Føroya at leika tær episku Goldbergvariatiónirnar eftir Bach.

Gev gætur: Umráðandi er at møta stundisliga. Konsertin verður spæld uttan steðg, og tíverri ber ikki til at loyva fólki inn, eftir at konsertin er byrjað.

Konsertin er fingin í lag við altjóða kamartónleikastevnuna Endurljóð.

Del denne begivenhed

Víkingur spælir Goldberg

Fyriskipari

Endurljóð
Heimasta Horn 26
100 Tórshavn
Telefon +298 514132
[email protected]
www.endurljod.fo