MINNISBROT í Vakstrarhúsinum
- Dato:
- Søndag 26 maj 2024 20:00
- Beliggenhed:
- Vakstrarhúsið í Sandavági
Køb billetter
RIVA dansiframsýning í Vakstrarhúsinum í Sandavági sunnudagin 26. mai kl. 20. (Dyrnar lata upp kl. 19.30). Sýningin er partur av mentanarvikuni Maisól hjá Vága kommunu.
UM MINNISBROT
Føroyska dansivirkið RIVA hevur seinasta árið verið aktuelt við tvísýningini MINNISBROT, ið samantvinnar dansi- og ritlist. Sýningin er ein granskan av sambandinum millum tveir kroppar og kensluliga samanspælið teirra millum, og viðgerð evnini longsul, tráan og nærveru. Ein ferð gjøgnum ymisk minnisbrot, bæði egin og fortald, í einari roynd at likamliggera og endurtulka tey ígjøgnum rørslur og orð.
Nú flytur MINNISBROT inn í Vakstrarhúsið í Sandavági og verður at síggja í einum meira ráum hami. Sýningin samansett av tveimum verkum: ‘tveyeini’ eftir Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting og ‘Minni: neglir klóra rygg’ eftir Beinir Bergsson og Búa Rouch. Til hetta tiltakið verða bæði verkini kóka niður til eina meira inniliga útgávu, ið lýsa kjarnuna av heildarverkinum MINNISBROT.
Minni: neglir klóra rygg
Hetta kvøldið tekur Beinir Bergsson okkum á eina ferð inn í náttargarðin. Verkið leggur fram eitt minnislendi, ein samanstoyt av yrkingum um kvira (queer) tráan. Minnir um nærleika, kropsligt samband verður lagt fram fyri at kanna, um tað ber til at nærkast minnum, sum yrkjaraegið hevði gloymt.
tveyeini
Tveir kroppar renna saman í rørslu á eini ferð gjøgnum minnisbrot. Gjøgnum eitt mótspæl millum gerandisligan kropsburð, óítøkiligar og útinnandi rørslumyndir, verður veruleikin skeiklaður og ein nýggjur alheimur skapast, ið speglar tað menniskjaliga og kensluliga litbrotið, ið evnini viðgera. Ljóðmyndin er grundað á nýggju útgávuna hjá tónleikabólkinum Klingra: “...eftir”.
Toymi
Framførsla: Rannvá G. Niclasen, Vár B. Árting og Beinir Bergsson
Koreografi: Rannvá G. Niclasen, Vár B. Árting and Búi Rouch
Tekstur: Beinir Bergsson
Tónleikur: Klingra
Pallsmíð: Jørgin B. Árting og Anngrím Árting
Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Listaligir leiðarar av RIVA og framleiðsla: Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting
Verkið er skapað við stuðli frá Nordisk Kulturfond, Mentanargrunni Landsins, Almanna- og mentamálaráðnum, Balslev, Tórshavnar Kommunu, Dansifrøi, Dansverkstæðið, Norðurlandahúsið og Løkshøll.
Del denne begivenhed
Fyriskipari
Listastovan
Gummaldagøta 2
370 Miðvágur
+298 267549
[email protected]
https://www.facebook.com/listastovan
V-tal: 659045