Stovukonsert við Eivør

Dagur:
Fríggjakvøldið 14.juni 2019 kl. 19.00
Staður:
Glyvralon

Stovukonsertirnar í Glyvralon eru vælumtóktar, og hava verið útseldar eftir fáum døgum.

Tann 14.juni verður aftur ein stovukonsert. Tá kemur Eivør at syngja og spæla fyri okkum.

Eivør kemur - eins og hini, sum hava framført, at spæla sjálv - uttan bólk!

Eins og til undanfarnu konsertir, bjóða vit smábit við føroyskum viðskera, pinnamat og okkurt søtt omaná.



Deil tiltakið

Fyrireikari

Glyvralon
Langanesvegur 3
625 Glyvrar
215764