FRÓDI

Dagur:
hósdag 30. mai 2019 20:00
Staður:
Gamli Skúli í Sørvági

Konsert við Fróða Hansen í Gamla Skúla í Sørvági.

Við sær hevur Fróði: Mattias Kapnas, Bartal Augustinussen og Per Ingvald Højgaard Petersen.

Eftir konsertina verður møguligt at keypa nýggju útgávuna “Hola” á vinyl. Hetta er fyrsta føroyska útgávan, sum Fróði letur frá sær.

UM FRÓDA

Fróði Hansen eisini kendur undir listanavninum Fródi, (føddur 26. septembur 1986) av Argjum er ein føroyskur sangari, sangskrivari og tónleikari. Hann útgav sína fyrstu fløgu í 2013, tá ið Creeping Storm útkom. Trý ár seinni, í 2016, útgav hann fløguna Ultramarine. Í samband við útgávuna hevði hann útgávukonsert á Reinsarínum í Havn. Fróði Hansen er eisini kendur sum forsangari í bólkinum Fródi & The Pink Slips, ið útgav albummið The Mouse í 2012.

Keyp atgongumerki

Deil tiltakið

Fyrireikari

Visit Vágar
Flogvøllurin 2
380 Sørvágur
333455
vagar@visitvagar.fo