Silvurdrongur og Elvito í Salt.

Dagur:
fríggjadag 23. november 2018 20:00-22:30



Silvurdrongur hevur gjørt um seg sum svartideyði og hagasóljur í Føroyum hetta seinasta árið við minnisverdum konsertum og margfeldu útgávuni Silvurbók, sum fevnir um tónleik, film og bókmentir. Silvurpláta eitur tónleikaútgávan, sum Per I. Højgaard Petersen hevur framleitt og komponerað saman við Karl Andriasi Stórá.

Nú fara silvurdreingirnir á konsertferð kring landið at vitja øll tey spælistøðini, har teir ikki fyrr hava spælt.

Við sær hava teir føroyska-danska bólkin Elvito.

Lagið hjá teimum "Get It On" hevur verið at hoyrt í Kringvarpinum hetta seinasta árið. Tónleikurin er ein blanding millum elektroniskt og surf, og ljóðmyndin varðveitir eitt egið huglag, sum er áhugavert og eitt sindur gandakent. Limirnir í Elvito eru Bastian Lahn Petersen og Rasmus á Fríðriksmørk Borðoy, og við sær hava teir trummusláara.



Keyp atgongumerki

Deil tiltakið

Fyrireikari

Saltsiloin