Konsert við finsku Mirja Klippel, sum í 2016 varð kosin "Songwriter of the year" á DMA - Danish Music Awards Folk. Marius Ziska hitar upp.
Mirja syngur um kærleika, kríggj og longsul. Um skógir, vøtn og djór. Hon syngur um lívið sum reikfólk, um samhuga og tað at ongantíð rættiliga hoyra heima nakrastaðni. Orð hennara eru ein røð av sterkum kenslum, sum bresta, tá hannara djúpa langtandi rødd og spanski gittari renna saman við falsettini hjá Alex Jønsson og hansara livandi el-gittarspæli.
Við tónleikinum sum heimstað og heimin í bakgarðinum, hevur Mirja seinastu árini verið á konsertferð í m.a. Týsklandi, Grønlandi, Danmark, Finnlandi, Svøríki og Sveis.