Kapping | Tíðspunkt | Fyriskipari | |
---|---|---|---|
25. Føroya Bjór renningin | leygardag 28. mai 2022 11:00 | Treysti | Melda til Luttakarar |
Afterparty BETRI Stórkapping | 4. juni 2022 kl. 17.00 | FíF | Melda til Luttakarar |
Føroya Sunnasta ½ marathon 2022 | leygardag 2. juli 2022 10:00 | Hvistan | Melda til Luttakarar |
Bragdið Top Run 2022 | Sunnudagin 10. juli kl. 16 | Bragdið | Melda til Luttakarar |
Faroe Express Stafettin | Leygardagin 27. august | Bragdið - Faroe Express | Melda til Luttakarar |
GANG Føroya vakrasta hálvmaraton 2022 | leygardag 3. september 2022 10:00 | Frælsi | Melda til Luttakarar |
RENN Føroya vakrasta hálvmaraton 2022 | leygardag 3. september 2022 11:00 | Frælsi | Melda til Luttakarar |
Kunning um tiltakið
Bragdið - Faroe Express
Kom við á Føroya størstu og einastu stafett renning!
Tak stafettina og starvsfelagan í hondina og melda til longu nú á www.atgongumerki.fo.
Við íblástri frá størstu motiónsrenning í heiminum, DHL Stafettini, verður stafett renning á havnarlagnum í Havn leygardagin 27. august.
Faroe Express Stafettin er ein stuttleikakapping fyri arbeiðspláss og vinarbólkar. Ger ein óføran og øðrvísi dag saman við teimum, tú hevur gott stev við á arbeiðsplássinum ella í heila tikið.
Havnarlagið í Havn verður á tremur við aktiviteti, tónleiki, kappingum, vinningum, mati og drekka. Eitt upplagt høvi til ein góðan dag og eitt gott kvøld í býnum.
Við at luttaka stuðla tit samstundis barna- og ungdómsarbeiði hjá Bragdinum.
Kunning um tiltakið
Bragdið
Vælkomin til Bragdið Top Run 2022
Bragdið skipar fyri 19. TOP RUN sunnudagin 10.juli kl. 16:00. Øll eru vælkomin at luttaka. TOP RUN er motiónsrenning. Tað vil siga, at øll, sum javnan motiónera, kunnu vera við. Nærum øll sum hava luttikið í TOP RUN hesi árini, hava gjøgnumført renningina, so tað er ikki ein ógjørlig uppgáva. TOP RUN er ein avbjóðing, tí teinurin er móti brekku nærum allan vegin. Renningin byrjar við Effo-støðina í Kollfjarðardali (75 metrar yvir havinum) og endar á Sornfelli (680 metrar yvir havinum), eitt strekkið á 9,8 km. Renningin verður býtt sundur í fýra bólkar og luttakarar skulu vera fyltir 14 ár fyri at luttaka:
* Menn 14-39 ár
* Menn yvir 40 ár
* Kvinnur 14-39 ár
* Kvinnur yvir 40 ár.
Trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki, men í ár lata vit øllum, sum gjøgnumføra, hvør sítt luttakarheiðursmerki, sum er gjørt til høvi. Luttøkugjaldið er 150 kr. við on-line tilmelding. Seinasta freist at melda til on-line, er leygardagin 9. juli kl. 23.00. Tilmelding kann eisini fara fram á Effo støðini í Kollfjarðadali frá kl. 15:00 til 15:30, á kappingardegnum. Tá er prísurin tó 200 kr.
Tá komið er á mál, er okkurt leskandi at fáa inni í fjallinum (gamla Nato bunkarinum). Skiftiklæðir verða koyrd niðan á Sornfelli, meðan runnið verður og kunnu heintast har, tá komið er á mál. Bussur koyrir luttakarar omanaftur aftaná renningina.
Gevið gætur! Fyri at koma við á úrslitalistan og fáa luttakarheiðursmerki, mugu luttakararnir verða komnir á mál kl. 17.45.
Her sæst video av rutuni, stytt til 1 min. og her er innslag í 3-2, um Top Run 2013
Kunning um tiltakið
Hvistan
Føroya Sunnasta 1/2marathon verður runnið úr Porkeri leygardagin 2. juli, frá minnisvarðanum ovarlaga í bygdini og oman gjøgnum bygdina, áðrenn leiðin gongur niðan brekkuna úr Porkeri og inn móti Nesið og Vági.
Tá ið ein kemur inn á Sandin í Vági verður runnið suðureftir móti Lopra, har ein rennur heilt niðan móti tunnilsmunnanum og so oman gjøgnum Lopra og út á Akrar. Av Økrum verður leiðin løgd aftur til Vágs, sama veg, og tá ið ein kemur til Sandin, verður leiðin løgd vestur á Vágseiði har málið er við Vágs høll.
Bussur koyrir frá málinum/Vágshøll, har luttkararnir kunnu skifta og til Porkeris har byrjað verður. í ár er ein felagsstartur, har gongufólk og rennarar øll fara í senn.
Matur og T-Shirt
Tú hevur møguleika at ogna tær Føroyaleikir t-shirt og drekkidunk, umframt matpakka og døgurða leygardagin við at trýsta á hesa leinkju: Bílegging av mati og T-Shirt
Kunning um tiltakið
FíF
Si meiri kunning á www.fif.fo
Kunning um tiltakið
Frælsi
Aftur í 2022 skipar Ítróttarfelagið Frælsi í Vágum fyri Føroya vakrasta hálvmaraton. Í ár verður tiltakið leygardagin 3. september. Teinurin gingið verður er úr Gásadali og til kirkjuna í Sandavági.
GG: Um tú gongur teinin innan 3 tímar, so viðmælir Ítróttarfelagið Frælsi at tú teknar teg til at renna.
Kostnaðurin:
Kr. 300 fram til 26. mai
Kr. 350 fram til 26. juni
Kr. 400 fram til 26. juli, eisini seinasta freist at keypa Guðrun & Guðrun renniblus
Kr. 500 fram til 26. august, eisini seinasta freist at skráseta seg.
Við í gjaldinum er heiðursmerki, startnummar, ferðing frá Giljanesi til start í Gásadali, matur tá komið er á mál, umframt undirhald á rutuni.
Kunning um tiltakið
Frælsi
Aftur í 2022 skipar Ítróttarfelagið Frælsi í Vágum fyri Føroya vakrasta hálvmaraton. Í ár verður tiltakið leygardagin 3. september. Teinurin gingið verður er úr Gásadali og til kirkjuna í Sandavági.
GG: Um tú gongur teinin innan 3 tímar, so viðmælir Ítróttarfelagið Frælsi at tú teknar teg til at renna.
Kostnaðurin:
Kr. 300 fram til 26. mai
Kr. 350 fram til 26. juni
Kr. 400 fram til 26. juli, eisini seinasta freist at keypa Guðrun & Guðrun renniblus
Kr. 500 fram til 26. august, eisini seinasta freist at skráseta seg.
Við í gjaldinum er heiðursmerki, startnummar, ferðing frá Giljanesi til start í Gásadali, matur tá komið er á mál, umframt undirhald á rutuni.
Kunning um tiltakið
Treysti
25. Føroya Bjór Renningin verður á leygardagin 28. mai kl. 11.00 á Norðoyastevnu. Renningin er fyri bæði børn og vaksin.
Hetta er 25. ferð, at Treysti skipar fyri Føroya Bjór Renning í miðbýnum á Norðoyastevnu. Tað var í 1997, at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Hetta var eisini fyrstu ferð, at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum.
øll árini síðani renningin byrjaði hevur luttøkan verið góð, og tað vónar Treysti, at hon verður aftur hesaferð. Fyrstu árini vóru tað flest børn í luttóku, men seinnu árini hava nógv vaksin eisini luttikið.
Rutan hjá børnum verður á einum rundteini á umleið 425m og renna tey ávikavist eitt og tvey umfør. Tey vaksnu renna trý umfar og tilsamans 5 km á teini, sum er uppmátaður og góðkendur. Tey vasknu byrja yviri við Akursmørk, meðan børnini byrja á vegnum uttanfyri Telebúðina. Málið hjá øllum er á vegnum uttanfyri Telebúðina.
Skráin fyri rennikappingina leygardagin 28. mai á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 11.00 Menn/Kvinnur (f.1977-2008) 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Veteranar (f.1967-1976) 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Superveteranar (f.1966 ella fyrr) 5 km
kl. 11.40 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2015 ella seinni) 450 m
kl. 11.50 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2012-2014) 450 m
kl. 12.00 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2009-2011) 900 m
kl. 12.15 Heiðursmerkjahandan uttanfyri/innanfyri Norðoya Sparikassa
Føroya Bjór letur heiðursmerki til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp til skjótastu kvinnu og mann á 5 km teininum.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 27. mai kl. 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn.
Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur í deildini hjá Norðoya Sparikassa í góðari tíð áðrenn start.
Eisini ber til at eftirtilmelda seg uttanfyri Norðoya Sparikassa, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja. Allir luttakarar verða bidnir um at møta í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.
øll eru vælkomin at verða við, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan.