Tónleikur

Norðoyastevnukonsertin hjá Klaksvíkar Hornorkestri

Staður
Mentanarhúsið Varpið

Um tað ikki er ein siðvenja at Klaksvíkar Hornorkestur hevur konsert fríggjakvøldið á Norðoyastevnu, so fer tað vónandi at blíva tað skjótt. Fríggjakvøldið 29. mai kl 19.30 er hendan forvitnisliga konsertin á skrá.

Hornorkestrið hevur bjóðað ungu blásarunum á Skúlatrøð at leggja fyri, og blása konsertina ígongd. 
Hesi ungu mennast skjótt og væl, og fegnast hornorkestrið um, at ungu spírarnir vilja luttakað. 

Havnar Hornorkestur, undir leiðslu av Tróndi Olsen, verður eisini gestur á konsertini. 

Tey leggja fyri við síni egnu skrá, og síðani framføra orkestrini bæði í felag. 

Talan verður um siðbundnan horntónleik, tó sum altíð, við onkrum forvitnisligum ísletti.