Gospelkonsert við Suð

Date:
Friday 4 October 2019 20:00
Location:
Løkshøll

Buy tickets

Glaðar gospelkonsertir við Suð


3.-5. okt. í ár fer kvinnukórið Suð á konsertferð í Føroyum. Við á ferðini eru tónleikarar, gestasangarar og dansarar. 
Talan er um tríggjar gospelkonsertir:
3. okt. kl. 20:00 í badmintonhøllini í Klaksvík
4. okt. kl. 20:00 í Løkshøll í Runavík 5. okt. kl. 20:00 í Norðurlandahúsinum

Á skránni eru góðir, kendir gospelsangir sum Down By The Riverside, Lean On Me, Oh Happy Day, Joyful Joyful o.a. 
Suð byrjaði at syngja í 2002 og var sera virkið í 10 ár. Síðani hevði kórið ein steðg, men í 2017 byrjaðu tær aftur at venja regluliga. 18 kvinnur syngja í kórinum og Steinvør Fonn er kórleiðari. - Vitja síðu teirra á Facebook: "Suð".

Tónleikararnir eru Magni Husgaard: tangentar, Pætur við Keldu: tangentar, Mikkjal Hvannastein: guitar, Agnar Lamhauge: bass, Tórður Dam Jacobsen: trummur og James Olsen: slagverk.

Gestasangararnir eru Guðrun Sólja Jacobsen og James Olsen.

Dansararnir eru: Emma Øregaard, Erla Østerø, Jancy Mohr, Vár Jansdóttir Norðá, Elisabet Bogadóttir Rasmussen og Sonja Wigant Eysturdal.

Eydna Skaale verður frásøgufólk á konsertunum.

Atgongumerki á kr. 250 og kr. 200 fyri lesandi fáast á heimasíðuni hjá Løkshøll: www.loksholl.fo, á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum: www.nlh.fo og til konsertina í Klaksvík fáast tey á www.atongumerki.fo. –

Frá 3. okt. kosta tey kr. 300.

Share this event

Gospelkonsert við Suð

Organizer information

Løkshøll
700 Klaksvík
+298 215836
steinvorfonn@gmail.com
https://www.facebook.com/kvinnukor