Hamferð í Töting
- Date:
- Friday 15 May 2026 21:00
- Location:
- Töting
Hamferð hevur í næstan tvey áratíggju havt ein sertakan leiklut í föroyskum tónleiki. Bygdur um eina kjarnu av doom metal – seinur, tungur, álvarsamur málmur – sum av fyrstan tíð uppstóð við bólkum sum Black Sabbath og Candlemass, hevur tónleikurin hjá Hamferð ment seg stöðugt til nakað, sum er trupult at seta í bás ella brúka til samanberingar. Ógvuslig, tung og döpur huglög sum viðurkenna myrkrið í föroyskari náttúru og siðsögu; saknur, missur og sorg. Her hoyrir Hamferð heima, og frá palli kemur frá teimum ein innbjóðing til áhoyrararnar at fevna tær avbjóðandi kenslurnar.Tónleikasamtakið Grót
Share this event
Fyriskipari
Tónleikasamtakið Grót
við Júksnará 9
513 Syðrugøta
Telefon +298 550612
[email protected]
V-tal: 483524