Spinning fyri byrjarar við Theresu George frá The Spinning Barn - við egnum rokki

Date:
Monday 2 March 2026 9:00
Location:
Spinnaríið í Klaksvík
Buy tickets

Spinning fyri byrjarar við Theresu George frá The Spinning Barn – við egnum rokki

– skeið mánadagin og týsdagin 2. og 3. mars frá kl. 09.00 til kl 15.00

Kom og spinn tína fyrstu flottu hespu úr reinari føroyskari ull!

Í tveir heilar dagar kanst tú djúpa teg í føroysku ullini og læra grundleggjandi tilgongdina við at karða og spinna títt egna tógv. Skeiðið er ætlað teimum, sum ongar royndir hava við at spinna, og skeiðið gevur tær mót og førleikar at spinna títt heilt egna tógv.

Í tveir dagar lærir tú:

  • um serligu styrkirnar við føroysku ullini
  • um tær vanligastu villurnar, sum byrjarar gera, og hvussu tú sleppur undan teimum
  • at karða og kemba, so ullin verður klár til spinning
  • at skilja, hvussu fótarokkurin er settur saman, og hvussu tú brúkar hann
  • at spinna
  • at tvinna
  • at gera tínar hespur klárar til binding

Tá ið skeiðið er liðugt, hevur tú fingið grundleggjandi førleikar at spinna, vitan um tilgongdina frá ull til tógv, og gleðina at hava spunnið títt egna tógv.

Vit bjóða mat og drekka báðar dagarnar.

Kostnaður kr. 1.700,00

Til ber eisini at luttaka við lán av rokki - tilmelding niðanfyri:

https://atgongumerki.fo/3567892/spinning-fyri-byrjarar-vid-theresu-george-fra-the-spinning-barn-iroknad-lan-av-rokki

Share this event

Spinning fyri byrjarar við Theresu George frá The Spinning Barn - við egnum rokki

Fyriskipari

Áhugafelagið Spinnaríið
Klingrugarður 10
700 Klaksvík
757403
[email protected]
V-tal: 661775