Skeið: Myndatøka við fartelefon - Hotel Føroyar 20. mai

Date:
Tuesday 20 May 2025 9:00
Location:
Hotel Føroyar
Buy tickets

Kundi tú hugsað tær at dugað betur at taka myndir við fartelefonini? Kom so á skeið á Hotel Føroyum týsdagin 20. mai. :) 

Skeiðið er ætlað nýbyrjarum og óroyndum, men øll eru sjálvandi vælkomin við. Ongin grundvitan krevst frammanundan. 

Íroknað skeiðsgjaldið er morgunmatur og døgurði umframt kaffi/te og søtt bæði fyrrapart og seinnapart.

Á skeiðnum fer Beinta Haraldsen at undirvísa í m.a. 

- myndabygnaði

- ljósi

- vinklum

- portrettmyndum 

- heildarmyndum

- detaljumyndum

- myndaviðgerð við fartelefon

Eisini fer hon at greiða frá góðu vanunum handan góðu myndina, har tað snýr seg um at gera sær ómak og ikki skunda sær. 

Hetta verður ein ógvuliga praktiskur dagur, har luttakarar fáa høvi at royna seg við ymiskum sløgum av myndatøku og fáa eisini høvi at arbeiða við myndaviðgerð við fartelefon. 

At hava við:

Eina fartelefon við góðum myndatóli. Um tú brúkar iphone, skal telefonin helst ikki vera eldri enn iphone 10 (X). 


Myndir frá øðrum skeiðum

Sí myndir frá øðrum myndaskeiðum her:

https://www.facebook.com/100063889863676/posts/173430098129985/?d=n

https://www.facebook.com/100063889863676/posts/180093880796940/?d=n

 

Um Beintu Haraldsen

Beinta Haraldsen hevur drúgvar royndir sum fotografur og hevur seinastu árini starvast mest innan filmsvinnu og aðrar kreativar vinnur. Beinta undirvísir eisini í at gera film við fartelefon og hevur arbeitt við stórum útlendskum filmsverkætlanum, so sum James Bond og altjóða lýsingafilmum fyri Samsung og Mastercard. 


Stað: Hotel Føroyar

Dato: Týsdagin 30. mai frá kl. 9-16.

Prísur: kr. 2.960 + MVG


Share this event

Skeið: Myndatøka við fartelefon - Hotel Føroyar 20. mai

Fyriskipari

Beinta Haraldsen
Vestara Bryggja 15, 3. hædd
100 Tórshavn
281234
[email protected]
V-tal: 597287