Leif Mohr Kring Føroyar 2025

Date:
Wednesday 28 May 2025 18:00
Location:
Leif Mohr Kring Føroyar 2025
Buy tickets


Leif Mohr Kring Føroyar 2025

Sum vanligt eru nýggir spennandi teinar á skránni. 

Í ár byrja vit longu 28. Mai og enda sunnudagin 1 Juni.

Kappast verður sum vanligt í fimm dagar.

Sum vanligt ber til at melda seg til ein, fleiri, ella allar teinar.

Aftur í ár er møguleiki at melda til sum ”hugnasúkklari”. Her verður hugsað
um tey, sum ikki hava hug at kappast, men hug at súkkla teinarnar. Hesi
fáa eisini heiðursmerki um tey megna allar teinarnar. Umframt at
fyriskipararar heiðra tey skjótastu, so verður eisini lutakast um ymsar
vinningar ímillum øll sum luttaka. Hvør teinur man hevur súkklað, telur
sum ein lutaseðil.

Kappingin byrjar í Eysturoynni, har vit súkkla úr Runavík, runt agnið, til Skála at venda, áðrenn vit súkkla á mál í Klaksvík.

Dag 2 súkkla vit víðari úr Klaksvík ígjøgnum nýggju tunnlarnar til
Viðareiðis, og enda aftur í Klaksvík. Teinurin verður súkklaður 2
ferðir.

Dag 3 er á Sandoynni, har vit eins og í fjør byrja í Húsavík, og vitja
Skálavík, Dal, Sandsbygd og sjálvandi súkkla runt Sandsvatn nakrar
ferðir. Mál í Húsavík. Hetta er eitt serligt upplivilsi, tí vegurin er
meiri "gravel" líknandi, sum vit síggja tað frá súkklukappingum
uttanlands. Her ræður um at hava tunguna mitt í munninum, og bæði eyguni
 á vegnum.

Dagur 4, er nýhugsaður. Her royna vit ein einkulstart, tvs ein og ein avstað á
 roadsúkklu, frá Leif Mohr ígjøgnum tunnilin, enda uppi á Sornfelli.

Finaludagurin verður eisini nýhugsaður. Vit byrja hjá Leif Mohr, og súkkla síðani 4
ferðir eftir strond niðan til skúlan á Argjahamri og aftur. Her er
hugaligt hjá áskoðarum at síggja súkklarnar fleiri ferðir, og fylgja
betri við hvussu gongst.


Eftir ætlan verður byrja kl 18 mikudag, hósdag og fríggjadag. Leygardag kl 14, og nakað
fyrr sunnudagin, tí Tórshavn Marathon er sama dag.



Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum, sum kunnu fyrikoma tá
fyriskipararar, dómara og løgregla gjøgnumganga teinarnar.


Kring Føroyar sá dagsins ljós í 1996. Føroyskir súkklarar høvdu vunnið fleiri
 heiðursmerkir á Oyggjaleikum í Gibraltar árið fyri, so nú mátti okkurt
spennandi henda. Hetta var ein roynd at skipa fyri einari etapukapping í
 Føroyum, og í 1997 bleiv tað til eina veruliga kapping yvir fimm dagar,
 frá mikudag til sunnudag. Hetta verður so 29. ferð at skipað verður
fyri Kring Føroyar súkklukappingini. 

Aftur í ár er tað Leif Mohr sum er høvuðsstuðul til kappingina.


Share this event

Leif Mohr Kring Føroyar 2025

Fyriskipari

Tórshavnar Súkklufelag
[email protected]
V-tal: 433985