Tekna vøkstur

Date:
Friday 28 January 2022 8:15
Location:
Mat & Moldmentanarháskúlin á Sandi

Buy tickets

Tekna vøkstur 28. - 30. januar
Eyðkendi veturin við rokmikla veðrinum er komin, og tað mugu vit gera okkum dælt av - árstíðin við tess vakurleika má teknast!

Árstíðirnar koma og fara, tað vita vit. Tí er tað fantastiskt at kunna mála, og tekna og krutla allan vakurleikan niður á pappír.

Í 3 dagar fara vit saman við listamanni, Jón Sonna Jensen, at tekna vøkstur!

Vit fara millum annað at:

  • Práta um blómur og plantuvøkstur sum part av visuellu mentanini í Føroyum (í t.d. brodering og binding)
  • ‘Ferðast’ heimin runt í plantumyndum - frá Japan til Hollands - Hvussu hava (lista)fólk avmyndað blómur og aðrar plantur kring heimin?
  • ‘Ferðast’ í tíð - Hvussu hava vit avmyndað blómur og plantur fyrr, og hvussu er nú?
  • Vit hyggja at listarligum plantumyndum og dokumenterandi plantumyndum
  • Vit hyggja at postalínlist, málningalist, skulpturum, tekningum og broderingum

MEN allar mest fara vit sjálvsagt at tekna.


Á skeiðnum verður arbeitt við nógvum ymiskum amboðum: 

  • Blýantum og koli​​
  • Litblýantum
  • Vatnlitum
  • Pennum
  • Tussjum
  • Skitsuteknikki
  • Nær- og fjarmyndum
  • Mynstri
  • Kreativiteti

Skeiðið er skipað eitt sindur sum felagsundirvísing, men meginparturin verður ein til ein. Og øll eru vælkomin, roynd sum óroynd.

Lærari: Jón Sonni Jensen (Meira um Jón Sonna: www.jonsonnijensen.com)

Dato: 28. - 30. januar 2022

Tíðspunkt: Dagarnir byrja við morgunmati kl. 08.15, síðani undirvísing til kl. 15:30. Les meira um háskúlan á www.moldmentan.fo 

Støði: Grundskeið

Longd: 3 dagar
Næmingatal: 14

Upptøkutreytir: Ongar. Øll eru vælkomin

Prísur: 2.500 kr pr persón (við í prísinum er tilfar, skeiðsluttøka, gisting á Ísansgarði, lekkur matur og deiligt kaffi. Les um vistarhald á Mat & Moldháskúlanum her). Vit hava eisini 4 pláss til sølu uttan gisting, hesi kosta 2.000 kr.

Share this event

Tekna vøkstur

Fyriskipari

Háskúlin á Sandi
Heimasandsvegur 117
210 Sandur
787200
[email protected]
https://www.moldmentan.fo/