KÍ FM Veitsla 2021

Date:
Saturday 29 January 2022 19:30
Location:
Badmintonhøllini

Buy tickets

Klaksvíkar Ítróttarfelag skipar aftur fyri ársveitslu, eftir at eingin veitsla var í fjør.Veitslan verður í Badmintonhøllini leygarkvøldið 20. november, og í løtuni fyrireikar ein bólkur veitsluna.



Vegna koronu var eingin ársveitsla í fjør, og tí spílar felagið seg veruliga út við eini rimmar veitslu í ár. Síðsta leygarkvøldið í oktober lata dyrnar til Badmintonhøllina upp fyri glaðum fólki í veitsluhýri, har eingin annar enn heimskendi, argjamaðurin, Tróndur Arge, býður vælkomin og leiðir borðhaldið, meðan Árni Müller og hansara Gepetto borðreiða við leskiligari matskrá við trimum rættum.



Undir borðhaldinum verða gestarøðari og undirhald, eins og ársins leikarar hjá kvinnum og monnum skulu heiðrast. Og tá øll eru mett og vælsett, ræður um at finna dansiskógvarnar fram, tí tá taka dansibólkurin, Fourmenn og DJ-Cool yvir og seta lív í dansigólvið.


Share this event

KÍ FM Veitsla 2021

Fyriskipari

Klaksvíkar Ítróttarfelag
Bøgøta 17
Postrúm 204
700 Klaksvik
230202
[email protected]
www.ki.fo