Floksmannadagur 2. juli 2022

Date:
Saturday 2 July 2022 10:00
Location:
Hattarvík

Buy tickets



Leygardagin 2. juli 2022 verður ein serlig náttúru, mat- og mentunaruppliving í Hattarvík, í fótasporum Floksmanna.


Hugskotið eiga Gutti Winther og Símun Gullaksen, og er hetta ein avleiðing av samstarvi teirra í  “Spískamarið” í 2014, har tað millum annað varð borðreitt við langtíðarstoktum lambskjøti, sum varð niðurgrivið og stokt í 4 til 5 tímar undir jørð.

Túrurin byrjar í Hvannasundi kl. 08:45 har ferðast verður við “Rituni” til Hattarvíkar. Túrurin tekur uml. 1 tíma og 15 minuttir og er møguleiki at njóta Viðoy, Svínoy og Fugloy frá sjónum.

Komin til Hattarvíkar, verður fari í land á Trøllagjónni, har vertirnir takað ímóti og kósin verður sett beinleiðis til teigar floksmanna, við liðuna av Bakkahjallinum, har kynt verður undir bálinum alt fyri eitt.

Síðani verður borðreitt við einum mergjaðum morgunmati, har serføroyskur viðskeri er á matarlepanum so sum, rullipylsa, kjøtpylsa, egg, sild vm. - alt úr tí serføroyska kovanum verður notið.

Eftir hetta verður ein gongutúrur niðan á Eystfelli. Gingið verður niðan á Knúk og síðani allan vegin fram við eggini. Hugt verður omanyvir Bispin (Stapan) og niður í Leypurskorð, har bert tann eini veðrurin húsast. Á eggini verður skerpikjøt og okkurt gott afturvið. Framhaldandi verður gingið oman ígjøgnum Líðina og inn í Uppistovugarðin. Hesin túrur tekur uml. 3 tímar. Á túrðinum verða ferðaleiðarar og hjálparfólk og greitt verður frá ymiskum søguligum á vegnum.

Komin oman úr haga, verða gestirnir móttiknir av kokkinum, sum bjóðar ræsta súpan "with a twist". Í seyðhúsinum verður eisini borðreitt við onkrum spennandi og verða øll annars við til at grava máltíðina upp og borðreiða. Afturvið verða føroyskt framleiddir snapsir og serlig bryggja Floksmannabjór frá Føroya Bjór, sum inniheldur ymiskar góðar urtir úr Eystfellinum.

Undir borðhaldinum verður undirhald, tónleikur og frásøgur, umframt at søgufrøðingur kemur at hugleiða eitt sindur um serliga føroyska matmentan.
Bólkurin Hjarnar syrgir fyri tónleikinum.

Eftir borðhaldi verður fari uppá gólv, og luttaka góð kvæðafólk í ringinum.

Best er, um fólk hava ein lítlan ryggsekk við, góð uttandurða klæðir og góðar skógvar til hagatúrðin.

Fráferð verður úr Hattarvík uml. kl. 19:45 við “Rituni”.

Aldursmark 18 ár.
 
Kostnaður er 1.995,00 kr. pr. persón

​Luttøkan er avmarkað til 80 luttakarar.

Íroknað kostnaðin er:

  • Ferðaseðlakostnaður við "Rituni" fram og aftur
  • Allur matur og drekkivørur
  • Undirhald
  • Ferðaleiðarar vm.


Møguleiki er eisini fyri at bíleggja sær pláss við leigubussinum, sum fer av Farstøðini í Havn kl. 07:00 og heintar fólk ávegis norður til Hvannasund. Hesin bussur koyrir aftur til Havnar við komu til Hvannasunds eftir tiltakið og syrgir fyri at øll koma uppá pláss.
Kostnaðurin fyri hetta er kr. 200,00


Share this event

Floksmannadagur 2. juli 2022

Fyriskipari

Uppistovugarðurin
Uppi í Húsið 3
FO-767 Hattarvík
217055
[email protected]
www.uppistovugardur.fo