Stuðulstiltak í Løkshøll

Date:
Saturday 8 May 2021 19:00
Location:
Løkshøll

Buy tickets

Í samband við landsinnsavnanina hjá Bláa Krossi Føroya 8. mai verður stuðulskonsert í Løkshøll leygarkvøldið 8. mai kl. 19:00. Tiltakið er partur av árligu landsinnsavnanini hjá Bláa Krossi Føroya, og peningurin fer til fyribyrgingararbeiðið millum børn og ungdóm í Føroyum við verkætlanunum www.barnaar.fo og www.livlivid.foHetta kemur eisini at síggjast aftur á tiltakinum í ár, ið bæði hevur góðar tónleikaframførslur umframt eina persónliga søgu og frásøgn frá nøkrum av okkara dugnaligu starvsfólkum.Á skránni eru tónleikaframførslur við:
Lena Anderssen
Suð
Esmar FagrabergAfturat tí er eisini ein persónlig søga á skránni. 𝗥𝗮𝗻𝘃𝗮́ 𝗞𝗻𝘂𝗱𝘀𝗲𝗻 kemur at greiða frá síni søgu, har vit fáa innlit í, hvussu tað er at vaksa upp einum heimi, har rúsdrekka hevur fylt nógv, og hvussu hon hevur fóta sær. Eisini koma nøkur av okkara sera dugnaligu starvsfólkum at siga frá arbeiðinum, og hví hetta hevur so stóran týdning.𝗘𝗜𝗧𝗧 𝗦𝗜𝗡𝗗𝗨𝗥 𝗨𝗠 𝗧𝗢́𝗡𝗟𝗘𝗜𝗞𝗜𝗡
Av tónleikainnsløgunum kunnu nevnast fanstastiska 𝗟𝗲𝗻𝗮 𝗔𝗻𝗱𝗲𝗿𝘀𝘀𝗲𝗻, ið fleiri ferður áður hevur verið við til tiltøk hjá Bláa Krossi. Hon kemur at framføra nøkur av sínum fantastiska sterku løgum. Eitt annað tónleikainnslag, ið kann nevnast, er 𝗘𝘀𝗺𝗮𝗿 𝗙𝗮𝗴𝗿𝗮𝗯𝗲𝗿𝗴. Esmar er ein av nýggju og sera spennandi spírunum á føroyska tónleikapallinum. Hann gav herfyri sítt fyrsta staklag út, ”Brother”, sum er væl móttikið. Esmar kemur við síni sera sterku nærveru og inniligu sangum. Kvinnukórið 𝗦𝘂ð úr Klaksvík bergtekur hvørja ferð við sínum vøkru og lívligu framførslum. Steinvør Fonn er kórleiðari. Kórið hevur nógv ár á baki og syngur alt frá klassiskum til sálmar, fosturlandssangir, norðurlendskar sangir, negro sprirituals og gospel. -------------------
Møguleiki er eisini at lata eina gávu í samband við Landsinnsavnanina hjá Bláa Krossi her https://bit.ly/3nyVbhn

Share this event

Stuðulstiltak í Løkshøll

Fyriskipari

Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
221328
[email protected]
www.loksholl.fo