Válan í Vestmanna

Date:
Saturday 17 April 2021 20:00
Location:
Vestmanna

Leygarkvøldið 17. apríl vera 5 pallar við vártónum á Bakkavegi í Vestmanna.

Pallarnir vera í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og á Bryggjuni, og á skránni er alt frá andalingum til vertsligar tónar.

Bólkarnir sum fara at manna hesar pallar eru Bárður á Lakjuni, Hanus G. Johansen, Finnur Koba, Lív Næs & Tróndur Enni og Hallur Joensen.

Konsertirnar vera skipaðar soleiðis, at tónleikararnir spæla 2 ferðir hálvan tíma í part, og vera konsertirnar forskotnar eitt sindur, so fólk kunnu vála millum konsertirnar.

Fyrsta konsertin, sum  verður í kirkjuni, byrjar kl. 20.00. Síðani byrja hinar konsertirnar við 20 minuttum millum hvørja. Seinna umfar byrjar kl. 21.40.

Les meira um Válan í Vestmanna á vestmanna.fo

Share this event

Válan í Vestmanna

Fyriskipari

Staðið í Vestmanna
Telefon +298 770160
[email protected]