Grønur vetur - Plantuføði, føroysk siðvenja og kostfrøði renna saman

Date:
Friday 22 January 2021 10:30
Location:
Mat & Moldmentanarháskúlin á Sandi

Hvat merkir tað í roynd og veru at eta grønt? At eta grønt merkir sjálvandi at eta meira grønmeti; men tað at eta grønt merkir eisini at eta burðardygt, og at eta mat sum er góður fyri okkum og fyri umhvørvið. At eta grønt merkir at eta tað, sum er í nærumhvørvinum, og at eta tílíkt, sum mangan ikki verður gagnnýtt, hóast tað bæði smakkar væl og er góður matur.Skeiðið ‘Grønur vetur’ fer at snúgva seg um júst hetta - um at samantvinna plantuføði, føroyska siðvenju og kostfrøði. Plantuføðin hevur høvuðsleiklutin, og kjøtið hjáleiklutin. Vit bjóða matvanunum og siðvenjuni av við nýhugsan, og við einføldum háttalagi læra vit at gera mat við tí fyri eyga, at allir sansir okkara verða tøldir uttan forboð.

Til tykkum, sum hava hug at eta grønari, men óttast fyri, at tey ikki fáa øll tey neyðugu føðsluevnini. Til tykkum, sum royna at eta grønari, men ikki halda seg duga at fáa tað at smakka. Til tey forvitnu, ið ynskja at royna føroyskar silkimjúkar, moyrar neytakjálkar, saman við bjølgfruktum og grønmeti. Og til øll tey, ið gera mat - og kanska bara vilja royna okkurt nýtt. Kom og fá íblástur til gerandisdagin við mettandi og vælsmakkandi mati úr nærumhvørvinum.Les meira á heimasíðuni.

Share this event

Grønur vetur - Plantuføði, føroysk siðvenja og kostfrøði renna saman

Fyriskipari

Mat- & Moldmentanarháskúlin
Mørkin Mikla 5
210 Sandur
787300
[email protected]
https://www.moldmentan.fo/