Jens L. Thomsen + JASMIN + Silvurdrongur

Date:
Friday 28 August 2020 20:30
Location:
Løkshøll

Buy tickets

"Operation Valentine" er heiti á audiovisuella tónleikaframførslu, sum tulkar bretsku hersetingina av Føroyum undir øðrum heimsbardaga. "Operation Valentine" er tó ikki ein søgulig lýsing men heldur ein lýsing av, hvussu hetta tíðarskeiðið kendist sálarliga. Tað er Jens L. Thomsen, ið hevur skrivað og framleitt tónleikin, og Kirstin Helgadóttir hevur staðið fyri grafiska og visuella tilfarinum.Silvurdrongur buldraði inn á føroyska tónleikapallin fyri nøkrum árum síðani og vann ein FMA fyri debut útgávuna, Silvurplátu. Nú er ein nýggj pláta í gerð, og eitt av løgunum, Pussa súllið, kom út í summar og fekk góða móttøku frá fólki og útvarpi. Í august kemur Silvurdrongur við fullari manning til Runavíkar at spæla sína fyrstu konsert síðan koronasteðgin, og áskoðararnir kunnu vænta sær eina sprelllivandi framførslu við nógvari spæligleði.Tá mann vinnur ta fyrstu heiðurslønina, so streyfar tankin um byrjanarheld og døgnflugur. Men tá mann vinnur heiðurslønir ár eftir ár eftir ár, so er talan um góðsku. Og er tað eitt orð, sum lýsir Jasmin, so er tað góðska.Til ’’Faroese Music Awards 2020’’ vann Jasmin prísin ’’Ársins Kvinnuligi Sangari’’ fyri aðru fer á rað og bólkurin JASMIN vann eisini ’’Ársins útgáva’’.

Share this event

Jens L. Thomsen + JASMIN + Silvurdrongur

Fyriskipari

Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
221328
loksholl@loksholl.fo
www.loksholl.fo