Suðurljóð 2020

Date:
Saturday 4 April 2020 19:30
Location:
Tvøroyri

Buy tickets

Suðurljóð – stovukonsertir á Tvøroyri 🎤🎼🎹
 Leygardagin 4. apríl lata trongisvágsingar dyrnar upp heima hjá sær sjálvum í
 sambandi við eitt heldur nýtt tiltak, sum sá dagsins ljós í fjør.

Suðurljóð er eitt tiltak har smærri bólkar og einstaklingar
fara at hava tónleikaframførslur heima hjá privatfólki ymsastaðni í Trongisvági.  Tvørafólk og suðuroyingar sum heild eru kendir
fyri sítt gestablíða og skemtingarsama lyndi, og saman við góðum
tónleiki verður hetta eitt gott høvi at uppliva Tvøroyri frá síni bestu síðu.

 Umleið 18 stovukonsertir verða hildnar í 9 ymsum stovum frá klokkan
19:30 til klokkan 23:30, og atgongumerki, sum kosta kr. 300,- verða
galdandi til allar konsertirnar. Fylg við á okkara facebookvanga Suðurljóð.

Share this event

Suðurljóð 2020

Organizer information

CommIT
Sandvíkarvegur 8
860 Sandvík
285010
commit@commit.fo