Skechers Performance Nýggjárshálvmaraton 2026
- Datum:
- Samstag 7 Februar 2026 11:00
- Ort:
- Roysnið
***Útsett frá 3. januar til 7. februar 2026***
Siðbundna Skechers Performance Nýggjárshálvmaraton 2026 verður runnið leygardagin 7. februar 2026.
Tað eru Roysnið og Skósølan við Gøtugjógv, sum skipa fyri hesi kappingini, sum vanliga er fyrsta rennikappingin í nýggja árinum.
Kappingin er fyrsta umfar av serligu avbjóðingini “MBM 6 hálvmarathon í 2026”.
Í 2026 verður runnið sama veg sum seinastu árini, t.v.s. frá brandstøðini á Skála kring Skálafjørðin og út á Toftir.
Byrjað verður við brandstøðina á Skála, norðast í bygdini, kl. 11. Málið er niðanfyri ráðhúsið á Toftum.
Tey, ið eru yvir 16 ár (fødd í 2009 ella fyrr), eru vælkomin at luttaka. Kappast verður í hesum bólkum:
-Menn & Kvinnur (1981-2009)
-Menn & kvinnur veteranar (1971-1980)
-Menn & kvinnur superveteranar (1961-1970)
-Menn & kvinnur ultraveteranar (1951-1960)
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, www.fif.fo, ella við startin undan kappingini. Luttøkugjaldið er 150 kr.
Startnumrini verða heintaði á brandstøðini á Skála.
Til ber at skifta á brandstøðini á Skála undan startinum, og skift verður í skúlanum á Toftum, tá komið er á mál. Har verður eisini drekkamunnur og heiðursmerkjahandan.
Tá komið er á mál verður drekkamunnur og heiðursmerkjahandan.
Veðrið hava vit onga ávirkan á, og tí kunnu broytingar koma í skránna vegna veður/hálku.
Veranstaltung teilen
Fyriskipari
Roysnið
Hjallavegur 36
FO-600 Saltangará
Telefon +298 221226
[email protected]
www.roysnid.fo
V-tal: 475726