SSP Kveikingardagurin

- Motivatión í roynd og veru!
Datum:
Mittwoch 18 Februar 2026 9:00
Ort:
Hotel Føroyar
Tickets kaufen

SSP Kveikingardagur 2026


Starvast tú innan barna- og ungdómsøkið í Føroyum í breiðastu merking?


So kom við til ráðstevnuna hjá SSP Kveikingadagur 2026 har vitan og íblástur innan fyribyrging er á breddanum.

Kveikingardagurin er dagurin, har vit hittast tvørtur um geirar við tí máli, at vit í felag kunnu gera okkara til, at børn og ung trívast í Føroyum.

Dagurin er ætlaður starvsfólkum á barna- og ungdómsøkinum, politikarum og øðrum áhugaðum.

Evnið ið er karmur um kveikingardagin er: Motivatión í roynd og veru!

Vit forvitnast og kanna nærri ymiskar mátar at arbeiða fyribyrgjandi og motiverandi. 

Hvat skal til fyri at hjálpa børnum og ungdómi til betri trivna og menning ? Hví kann tað viðhvørt kennast sum, at onki riggar, ella sum um tey als ikki ynskja broyting ella virka motiveraði ? Hava vit tá veruliga roynt alt og hvussu er egin drívmegi ? 

Hvønn leiklut spælir sjálvstamarhald og vitsevni, og ber til at arbeiða við hesum hugtøkum ? Hettar er nakað av tí vit royna at blíva klókari uppá til Kveikingardagin 2026.

Sí skránna her:

So kom við til ein kveikjandi dag, hoyr nærri um ymisk sjónarmið innan fyribyrging, sum hava týdning fyri tað góða barna- og ungdómslívið. Í fjør varð útselt, og vóna vit enn einaferð at undirtøkan verður eins góð í ár. 



Nær: Mikudagin 18. Februar 2026 kl. 9:00 – 15:15

- skráseting og morgunmatur frá 8:15 – 9:00

Hvar: á Hotel Føroyum

Prísur: 475 kr.



Veranstaltung teilen

SSP Kveikingardagurin

Fyriskipari

SSP Ráðgevingin
RC effersøesgøta 26
100 Tórshavn
30 24 80
[email protected]
www.ssp.fo