Marius Ziska í Varpinum
- Datum:
- Samstag 24 Mai 2025 20:00
- Ort:
- Varpið
Í mong ár hevur Marius Ziska verið ein av Føroya fremstu og best umtóktu tónleikabólkum.
Bólkurin hevur vunnið FMA-virðislønir fyri besta sang, bestu heildarútgávu og bestu tekstir.
Marius Ziska hevur verið nógv at hoyrt á føroysku tónleikafestivalunum, og í fjør spældi bólkurin tríggjar útseldar konsertir í Norðurlandahúsinum saman við Føroya Symfoniorkestri. Í mars framførdu teir eisini saman við Symfoniorkestrinum í nýggju stórhøllini við Tjarnir.
Bólkurin hevur eisini spælt nógv uttanlands, m.a. herfyri í Íslandi, á tónleikafestivalinum Iceland Airwaves.
Tónleikararnir ið fara at manna bólkin Marius Ziska á konsertini í Varpinum eru:
Hans Marius Ziska, vocal og gittar
Heðin Ziska Davidsen, gittar og annað
Magnus Johannessen, ljómborð
Kristoffer Mørkøre, bass
Jan Rúni Poulsen, slagverk
Veranstaltung teilen

Fyriskipari
VARPIÐ
Klaksvíksvegur 2
700 Klaksvík
Telefon +298 220 780
[email protected]
www.varpid.fo
V-tal: 595373