Hóskvøldstónar á Gásadalsgarði við Hallur Joensen

Datum:
Donnerstag 13 Mai 2021 18:00
Ort:
Gásadalsgarður

Tickets kaufen

Hóskvøldstónar á Gásadalsgarði við Hallur Joensen.
Hósdagin 13 mai, verða hóskvøldstónar aftur á Gásadalsgarði, og hesuferð hava vit fingið Hallur Joensen, við bólki, at koma og spæla. Hallur kemur, at spæla nøkur av kendastu løgunum hjá sær, saman við sínum bólki. Hallur vann ársins áhoyraravirðisløn á FMA í ár, saman við contry konginum, verða tað einir heilt serstakir hóskvøldstónar á Gásadalsgarði. Konsertin byrjar kl 19.00, men dyrnar lata upp kl 18.00, har til ber at keypa breyð við føroyskum viðskera, kakur og eisini verður serstaka múlafossur ølin at fáa.Komandi tíðina vera fleiri spennandi konsertir á Gásadalsgarði. Fjálgar og hugnaligar konsertir í hølum okkara. Afturvið tónleikinum ber til at keypa sær eitt nú ein Múlafoss. Vatnið og kornið eru úr Gásadali og kornið er turkað í somu hølum, sum konsertin verður í. Eisini ber til at keypa breyð við føroyskum viðskera. Tak onkran av tínum kæru ein hugnaligan biltúr til Gásadals til eina hugnaliga mentunarliga uppliving.  Keypið atgongumerkini á www.atgongumerki.fo ella við at ringja á 254614 tað er avmarkað nøgd av atgongumerkjum.

Veranstaltung teilen

Hóskvøldstónar á Gásadalsgarði við Hallur Joensen

Fyriskipari

Gásadalsgarður
721882
[email protected]