Hóskvøldstónar á Gásadalsgarði við Sámal Ravnsfjall

Datum:
Donnerstag 6 Mai 2021 18:00
Ort:

Hóskvøldstónar á Gásadalsgarði við Sámal RavnsfjallHósdagin 6 mai, verða aftur hóskvøldstónar, hesu ferð verður tað Sámal Ravnsfjall, sum kemur at syngja. Sámal kemur, sum hann sjálvur sigur, at syngja sangir úr Vágunum, men hann kemur eisini at syngja slagarar hjá sær.  Konsertin byrjar kl 19.00, men dyrnar lata upp kl 18.00, har til ber at keypa breyð við føroyskum viðskera, kakur og eisini verður serstaka Múlafossur ølin at fáa. Komandi tíðina vera fleiri spennandi konsertir á Gásadalsgarði. Fjálgar og hugnaligar konsertir í hølum okkara. Afturvið tónleikinum ber til at keypa sær eitt nú ein Múlafoss. Vatnið og kornið eru úr Gásadali og kornið er turkað í somu hølum, sum konsertin verður í. Tak onkran av tínum kæru ein hugnaligan biltúr til Gásadals til eina hugnaliga mentunarliga uppliving.

Veranstaltung teilen

Hóskvøldstónar á Gásadalsgarði við Sámal Ravnsfjall

Fyriskipari

Gásadalsgarður
721882
[email protected]