Skiftisárini - at fóta sær í eini skiftistíð

Datum:
Donnerstag 6 Mai 2021 19:00
Ort:
Glasstovan, Tvøroyri

Tickets kaufen

 Hvørjar eru tær natúrligu broytingar, sum henda í kroppinum gjøgnum árini upp til og í skiftisárunum?
Hvussu kanst tú fyrireika teg til hesar broytingarnar?
Hvussu kanst tú arbeiða við og ikki ímóti hesum broytingum?
Hvussu kunnu skiftisárini fevna um menningarmøguleikar við lívsgleði og trivnaði?

Hesar spurningar fáa vit m.a. vent á cafékvøldinum gjøgnum framløgu, reflektión, einstøkum kropsligum rørslum og andavenjing.
 
Skeiðið er til tín, sum er “forvitin”, til tín, sum merkir smærri broytingar og til tín, sum merkir størru broytingar. Til tín, sum hevur bløðingar og tíl tín, sum ikki hevur bløðingar longur.

Um tú skilur natúrligu broytingarnar, sum spakuliga byrja mitt í 30′, kann tú betur stuðla kroppinum og síggja stóra virði í hesum tíðarskeiði, so tú ikki allgoyst og fullkomuliga ófyrireika renir teg í skiftisárini sum vanliga seta inn umleið frá 49 – 52 ár.

Merkir tú nakað til m.a. møði, at tola minni av, meira nærtakandi, skjótari kenslu av strongd, skiftandi sinnalag, PMS, temperaturbroytingar og hitabylgjur, broyttan svøvn, órógv í svøvninum, broytta húð, turrar slímhinnur, bløðrubruðna-líknandi eyðkenni, høvuðpína/migræna, lið- og vøddapína, hjartabankan, vektøking og “fuffy” heilaaktivitet?

So kunnu hetta vera tekin um natúrligar hormonellar broytingar.

Undirvísari:
Marianna Vang Simonsen, ergoterapeuter, zoneterapeutur og yogalærari við útbúgving og serligum áhuga fyri kvinnukroppinum og kvinnuheilsu.

Nærri kunning fæst via teldupost [email protected] og á tlf. 516699.


Veranstaltung teilen

Skiftisárini - at fóta sær í eini skiftistíð

Fyriskipari

CommIT
Sandvíkarvegur 8
860 Sandvík
285010
[email protected]