Føroyskt filmskvøld

Datum:
Freitag 23 April 2021 20:00
Ort:
Mentanarhúsið

Tickets kaufen

Nú føroyska filmslistin veruliga spílar seg út, er ætlanin at føroyska filmskvøldið skal verða eitt afturvendandi tiltak, har vit kunnu vera við til at varpa ljós á nógvu og spennandi føroysku filmunum.Hetta fyrsta filmskvøldið fara vit at vísa fylgjandi tríggjar filmarnar:Filmur 1: Trøllabeiggjin (Gudmund Helmsdal, Rakel Helmsdal)
Tveir brøður búgva einsamallir í einum fjarskotnum dali. Eftir at hava mist eldra beiggjan stríðast teir fyri tilveruni og sambandinum sínámillum.Filmur 2: Tunnan (Jóannes B Lamhauge, Jónfinn Stenberg)
Í eini lítlari føroyskari bygd finna fýra mans eina seglaða brennivínstunnu, ið er skola upp á land. Teir skunda sær at fjala tunnuna í einum kjallara, burtur frá forvitnum eygum. Tað vísur seg tó skjótt, at tunnan kanska ikki inniheldur brennivín, men heldur okkurt heilt annað. Spenningurin økist, tá Símun noyðist at halda skil á tingingunum í kjallaranum, og á illgrunasomu konuni í erva.Filmur 3: Omman (Julia í Kálvalíð)
Tveir beiggjar eru farnir niðan í hagan at leita eftir ommuni, sum er full, og hjálpa henni heim. Men, sum ikki eina ferð, tekur hon teir á bóli. 

Veranstaltung teilen

Føroyskt filmskvøld

Fyriskipari

Mentanarhúsið í Fuglafirði
Karvatoftir 5
FO-530 Fuglafjørður
+298 238070
[email protected]
www.mh.fo