Sjónbandaskeið, 8. - 12. februar

Datum:
Montag 8 Februar 2021 9:00
Ort:

Tickets kaufen

Á hesum skeiðinum læra vit at fortelja søgur í livandi myndum. Vit læra at taka video upp, klippa video, seta grafikk til livandi myndir. Sjónbandaskeiðið er annar partur av Miðlanarskeiðinum ‘ 21 - og tað ber til at tekna seg einans til hendan partin, ella til alt Miðlanarskeiðið ‘21.Temaði á Miðlanarskeiðiðnum ‘21 hesa vikuna er UMHVØRVISAKTIVISMA, hetta fer tí eisini at mynda hesa vikuna. Millum annað kemur Elisabeth S. Olsen, ph.d lesandi at práta um ‘Hvat er aktivisma, og hvat kann hon? Hvat kunnu vit gera, um vit brennandi vilja gera mun? ‘ og vit hava eitt temakvøld saman við Niels Galan um ‘Hvussu man fangar eygað og oyrað á móttakaranum. Niels fortelur, hvussu hann við marknaðarførslu og tónleiki hevur fangað og ávirkað føroyingar - og flutt mørk. Hvat ger hann, sum riggar? Á hesum skeiðinum lærir tú altso bæði at gera sjónbond, at fanga tín móttakara og hava ávirkan - samstundis við at tú fært vakt tín innara aktivist. Ein góð blanding. Her fer at spírast nógv burturúr.Les meira á heimasíðuni.

Veranstaltung teilen

Sjónbandaskeið, 8. - 12. februar

Fyriskipari

Mat- & Moldmentanarháskúlin
Mørkin Mikla 5
210 Sandur
787300
[email protected]
https://www.moldmentan.fo/