Ársins Jólakonsert

Datum:
Sonntag 13 Dezember 2020 19:00
Ort:
Bryggjan, Vestmanna

Tickets kaufen

Vit bjóða tær á hugnaliga og nærverandi jólakonsert við trimum framúr sangarum.

Kim Hansen, Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir fara at syngja kendar føroyskar og útlendskar jólasangir, og helst fer okkurt annað hitt hjá teimum eisini at sníkja seg framat. Hetta verður ein fjálg løta, har gott huglag, kendur tónleikur og jólastemningur vera í miðdeplinum.

Tíðin við koronu er avbjóðandi – eisini tá ið tað kemur til mentanartiltøk. Til ber ikki at halda stórar konsertir við vælmannaðum bólkum og stórum áhoyrarafjøldum, men tað ber til at leita til tað hugnaliga og nærverandi við smærri tiltøkum. Tað ger vit við hesari jólakonsert í góðum umstøðum á Bryggjuni. Vit gleða okkum!

Kim Hansen - klaver og sang
Laila Carlsen - sang og kór
Malan Eyðunsdóttir - sang og kór 

Veranstaltung teilen

Ársins Jólakonsert

Fyriskipari

Viva
Postboks 29
710 Klaksvík
+298 217065
vivaforoyar@gmail.com