Báta- og Listasavnið

Datum:
Donnerstag 6 August 2020 13:00
Ort:

Tickets kaufen

Báta- og Listasavnið í Leirvík er í hølunum í gamla Turkihúsinum á havnaøkinum í Leirvík.

Í mai 2000 læt Báta- og Listasavnið í Leirvík á fyrsta sinni upp fyri almeninginum. Talan er í stóran mun um lutir, ið Jórun og Osmund Justinussen hava savnað saman. Í savninum eru fleiri gamlir føroyskir bátar og ørgrynna av ymiskum lutum, ið sera væl lýsa tíðarskeiðið, tá árabáturin var álitið. Á savninum er eisini ein long røð av málningum eftir Jóannis Kristiansen og Sámal Toftanes.
Upplatingartíðir fram til 15. august eru: Týsdag og fríggjadag kl. 15:00-17:00 og leygardag kl. 13:00 – 17:00

Kostnaður fyri at vitja savnið er 75 kr. fyri vaksin og 25 kr. fyri børn.

Á Tlfnr +298 73 01 50 ella teldupost batasavn@email.fo kunna bólkar og onnur bíleggja vitjanir uttanfyri vanliga upplatingartíð.

Veranstaltung teilen

Báta- og Listasavnið

Fyriskipari

Báta- og Listasavnið
Kulibakki 8
520 Leirvík
730150
batasavn@email.fo
https://www.facebook.com/B%C3%A1ta-og-Listasavni%C3%B0-476927905751907