Sangfagnaðarkonsert

Datum:
Sonntag 20 Oktober 2019 16:00
Ort:
í Høllini í Nesvík

Í døgunum 13. til 15. oktober eru 150 børn og juniorar á sanglegu í Nesvík, ið vit kalla Sangfagnaðurin 2019.

Børnini ganga í 2.-7. flokki og venja í barnakóri fyri 2.-4. flokk, einum juniorkóri fyri 5.-7. flokk, og so er eitt felagskór eisini, har øll 150 børnini syngja saman.

Umframt sangararnar standa nógvir góðir tónleikarar, kórleiðarar, kokkar, leiðarar o.o. hjálparfólk aftanfyri hetta megnar tiltak.

Evnið á Sangfagnaðinum er “Sum vit eru”, og sangirnir fevna vítt, nakrir sangir eru skrivaðir til høvið.

Konsertirnar vera í høllini í Leguhúsinum í Nesvík sunnudagin 20. oktober 2019 kl. 15.3 og 16.00

Atgongumerki á kr. 50 kunnu keypast á www.atgongumerki.fo. Børn 3 ár og yngri hava ókeypis atgongd, men mugu sita hjá foreldrunum.


Weitere Termine:


Datum:
Sonntag 20 Oktober 2019 14:30
Ort:
í Høllini í Nesvík

Veranstaltung teilen

Sangfagnaðarkonsert

Veranstalter-Informationen

Kirkjuliga Heimamissiónin
Nesvík 8
437 Nesvík
+298 230074
erla@mission.fo
www.mission.fo