Konsert við Jakobinu Ellingsgaard og bólki í Gamla skúla
- Dato:
- Leygardagur 12 apríl 2025 20:00
- Beliggenhed:
- Gamli skúli í Sørvági
Leygarkvøldið 12. apríl verður vísukonsert í Gamla skúla við Jakobinu Ellingsgaard.
Við sær hevur Jakobina ein bólk, sum er mannaður av Fróða T. Vestergaard og Páll Holm Lave, ið eisini eru kendir frá bólkinum Deiggj. Jakobina, Páll og Fróði vóru øll trý við í útisetabólkinum ”Flytifuglar” í seinnu helvt av 80-unum.
Í 2024 útgav Jakobina staklagið ”Læra vit nakrantíð”, ein týðing av kenda lagnum ”Where have all the flowers gone”, sum Niels Midjord, sáli, týddi til føroyskt. Í hesum sambandi kann nevnast, at sørvingarnir Jóan Jakku og Holgar spældu við á hesi útgávuni.
Í 2007 gav Jakobina út fløguna ”jakobina - rensl”, sum bleiv upptikin í Nólsoy hjá Terja Rasmussen. Ein frálík fløga við góðum tekstum og fínum tónleikarum. Lítið hevur tó verið at hoyrt til hesa fløgu, men nú satsar Jakobina rættiliga uppá, at framføra løg frá henni.
Eisini var Jakobina sangari og týðandi partur av útgávuni ”Gluggamynd” við Glataðu spælumonnunum, sum kom út í 1982. Nógvar perlur vóru á tí útgávuni, eitt nú stóra hittið ”Til Boga og allar nýføðingar í verðini”, ”Leygarmorgun í Havn” o.o.
Í Gamla skúla fara tey at líta aftur um bak og spæla sangir frá øllum hesum útgávum.
Vit síggjast í Gamla skúla í Sørvági leygarkvøldið 12. apríl kl. 20, og dyrnar lata upp kl. 19:30.
Áðrenn konsertina og í steðginum verður møguligt at keypa okkurt drekkandi og etandi frá Pollastovu.
Verið hjartaliga vælkomin!
Del denne begivenhed

Fyriskipari
Gamli skúli
Skúlabrekkan 4
380 Sørvágur
212800
[email protected]
https://www.facebook.com/gamliskuli?mibextid=YMEMSu