EYKA KONSERT: Føroya Symfoniorkestur og Stongum, Guttesen og Ravnsfjall

Gestatónleikarar: Marius Ziska og Lea Kampmann
Dato:
Sunnudagur 2 mars 2025 18:30
Beliggenhed:
við Tjarnir
Køb billetter

Flestøll hava hoyrt um stórhøllina við Tjarnir. Men enn eru fá, sum hava sæð hana við egnum eygum. Tað høvið fáa føroyingar í næstum. Stóra upplatingartiltakið, sum verður 1. mars er útselt, og nú er eyka konsert sett til sølu.

Til hetta forkunnuga høvið verður tað eingin annar enn Føroya Symfoniorkestur, sum kemur at innvíga stórhøllina. Við teimum á palli verða heiðursgestirnir úr Vágaverki: Stongum, Guttesen og Ravnsfjall.

Marius Ziska og Lea Kampmann verða eisini boðin upp at framføra við Føroya Symfoniorkestri undir leiðslu av Bernharði Wilkinson, dirigenti. Tað er Teitur Lassen, sum hevur sett tónleikin hjá Leu Kampmann út til lítið orkestur.

Eyka konsertin verður sunnudagin 2. mars kl. 18.30.

Atgongumerkjasølan til upplatingartiltakið byrjar sunnudagin 19. januar kl. 15.

Ver við fyrstu ferð!

Del denne begivenhed

EYKA KONSERT: Føroya Symfoniorkestur og Stongum, Guttesen og Ravnsfjall

Fyriskipari

við Tjarnir
FO-188 Hoyvík
+298 343800
[email protected]
https://www.tjarnir.fo
V-tal: 659754